Aftur

Dreymurin loksins veruleiki.

16 mar 2026

Tað gekk ikki væl hjá Liverpool á heimavølli móti Tottenham, men nýggja høli hjá Liverpool Føroyar í klubbanum, fekk eina flúgvandi byrjan.

Sunnudagin lótu vit upp fyri fyrstu ferð, og hóast bæði spæl og úrslit ikki vóru nakað at rópa hurra fyri, so var fyrsti upplatingardagur okkara væl eydnaður.

Undirtøkan var so mikið góð, at øll sitiplássini vóru upptikin. Vit fara nú at útvega okkum fleiri stólar. Næsta Liverpool Føroyar tiltak verður longu mikukvøldið, tá vit á Anfield, skulu venda 0-1 tapinum á Galatasray til ein samlaðan sigur.

Vónandi møta til væl til hendan dystin eisin, og keypa okkurt gott í barrini. 

Annars verður tað soleiðis, at vit fara at hava regluliga opið, ikki hvønn dag men nær um. Hetta tí vit hava tørv á einari regluligar inntøku. Leigan skal gjaldast, men stórsta útreiðslan er rættindi frá ViaPlay. ( tað er ikki sum eitt heima hald)

Vit fara at vísa Champions League týsdag og mikudag, Dart hósdagar, Premier League, Bundesliga, og Formel 1 við meira í vikuskiftinum, og um tað er møguligt fara vit at finna dystir, har okkara útisetar leika.

Tá íð Liverpool spælir vísa vit bara Liverpool.

Tað verður eisini møguligt hjá einstaklingum, stovnum og fyritøkum, at leiga hølini. 

Vit síggjast á 3. hædd á Tinghúsvegi 8.

 

YNWA

Skrivað: Áki Johansen

Seinastu tíðindi

16. mar 2026

Dreymurin loksins veruleiki.

05. feb 2026

Liverpool Føroyar stuðlar Giktafelag­num og Autismu­felagnum

19. jan 2026

Nevndin afturvald

04. jan 2026

Aðalfundur 2026