Hetta er eitt nýtt HM 2026 spæl, møguliga tað besta av sínum slag á marknaðinum. Her kunnu øll luttaka – líka mikið um tú einki veit um fótbólt ella HM, ella er tann næsti/a Pep Guardiola!
Tað eru sjálvandi góðir vinningar til tey, sum eru dugnaligast, at vinna sær stig í kappingini.
1. Vinningur: landsliðspakkið til heimadystirnir hjá Føroyum fyri 2 ( Cat 1), frá FSF, ið fevna um tríggjar heimadystir í Nations League í heyst.
2. Vinningur: Gávukort frá Hotel Brandan á 1.000,- kr.
3. Vinningur: Landsliðsblusa frá Motus Sport.
Umframt hetta, eru øll sum luttaka í spælinum við í lutakastið, um ein Sonos Era 100 hátalara.
Her telur hvørt stig.
Í hesum spælinum skal tú gita úrslitini í øllum dystum. Spælið er býtt upp í seks fasur (bólkaspælið umframt fimm knockout‑umfør), so tú hevur altíð møguleikan, at spæla teg upp aftur á stigalistan, sjálvt um tú byrjar spælið, við nøkrum minni góðum gitingum.
Toppskjúttar hava stóran týdning.
Í hvørjari fasu skalt tú velja tær seks leikarar, sum tú heldur fara at skora flest mál. Tú fært stig fyri hvørt mál teir skora. Verjuleikarar og miðvallarar geva fleiri stig enn áleyparar.
Fylg við tínum vinum og kappingarneytum.
Beinleiðis uppdatering vísir tær, hvussu dystirnir ávirka tíni stig. Tú kanst eisini fylgja við, hvussu tað gongst hinum í tínari kapping. Tað gevur eitt sindur av stuttligum og vinaligum kjaki millum tykkum.
Skjót úrslit
Tá síðsta bríksl hevur ljóðað, vilt tú sjálvandi vita, hvussu úrslitini ávirka tíni stig. Vit skilja tað – tí uppdatera vit øll stig, hjá øllum spælarum upp á fá sekund!
Vinn á tínum vinum.
Spælið verður enn stuttligari, um tú kappast móti tínum vinum, familju ella starvsfeløgum. Stovna eina privata kapping og prógva fyri øllum, at tú veit mest um fótbólt!
Freistin at luttaka er komandi hósdag 11. juni kl. 20.00. Vit ynskja øllum eina goða kapping og eitt gott HM2026
GG! Scouse House hevur eina drúgva HM skrá og vísa dystir hvønn dag.
Melda til her:
Seinastu tíðindi
NÝTT HM 2026 netborið spæl. Nógvir góðir vinningar
Iraola tekur yvir - Hvat nú?
37 ár síðani Hillsborough vanlukkuna.