Aftur

Iraola tekur yvir - Hvat nú?

04 jun 2026

Túsundtals viðhaldsfólk hjá Liverpool fylgdu hósdagin við, tá ið eitt leiguflogfar lendi á John Lennon flogvøllinum við Andoni Iraola umborð. Nú nakrar tímar seinni hevur hann gjørt tvey ára sáttmála við Liverpool.



 
Arne Slot varð koyrdur leygardagin. Fimta plássið og spælið var ikki nøktandi. Liverpool handlaði skjótt. Richard Hughes, ítróttarstjóri, hevur arbeitt saman við Iraola í Bournemouth, og nú skal Iraola føra Liverpool aftur á kós.
 
Spaniólin Iraola er 43 ára gamal. Hann gavst sum venjari hjá Bournemouth, eftir at hava ført liðið til søguliga góð úrslit, 12., 9. og 6. pláss. Hann førdi eisini Bournemouth út í Evropa fyri fyrstu ferð.
 
Spælistílurin hjá Iraola er greiður. Nógv orka. Trýst langt frammi. Skjótar umstillingar. Spæl fram eftir vøllinum. Og fáar óneyðugar bóltflytingar.
 
Hetta minnir um Liverpool undir Klopp. Men tað er møguliga enn meira ágangandi og meira krevjandi. Leikarar skulu renna nógv, og teir skulu renna rætt.
 
Iraola krevur nógv av sínum leikarum, og teir hava fáar frídagar. Semenyo, sum spældi í Bournmouth undir Iraola, áðrenn hann fór til City, sigur, at teir vóru troyttir, men úrslitini komu, tá ið teir skiltu spælskipanina.
-----------
Stórar broytingar vóru í hópinum hjá Liverpool seinasta summar, og stórar broytingar eru aftur í ár. Salah, Robertson og Konate eru farnir. Tí er týðandi, at Alisson verður verandi, og leikluturin hjá Virgil van Dijk kann gerast sera stórur fyrstu tíðina hjá Iraola.
 
Van Dijk spældi allar minuttirnar í Premier League farna kappingarár. Hann er liðskipari, og hann er sambindingin aftur til tíðina undir Klopp. Van Dijk hevur sáttmála til 2027.
 
Hóast alt ov stórar broytingar í leikarahópinum samstundis sjáldan hava góð úrslit við sær, so hevur Liverpool brúk fyri nýggjum leikarum, og kanska serliga fyri at breiðka hópin, so hann klárar orkumikla spælistílin hjá Iraola.
 
Vit mangla ein veruligaa sterkan 6’ara, sum kann verja stór øki. Vit mangla eisini ein royndan miðverja afturat Van Dijk, millum annað tí, at Joe Gomez altíð er skaddur.
 
Eisini hava vit brúk fyri kvikum leikarum at spæla úti í síðunum, nakað sum Iraola brúkar nógv í sínum spæli.
 
Sjálvur vóni eg, at Curtis Jones, Joe Gomez og eisini Harvey Elliott verða verandi. Meðan Federico Chiesa og Endo kunnu fara víðari.
 
Szoboszlai, Gravenberch og Mac Callister verða helst lyklaleikarar, og so er tað alttýðandi, at Iraola dugir at fáa tað besta burtur úr juvelinum Florian Wirtz og at føra Rio Ngumoha víðari fram.
 
Fleiri leikarar, sum spældu ov lítið farna kappingarár, koma eisini aftur. Millum annað Isak, Frimpong, Bradley og eisini Ekitike. Eisini verður spennandi, hvussu unga verjuleikararnir Jeremy Jacquet og Giovanni Leoni fara at klára seg.
--------------
Tað er ofta torført hjá einum venjara at taka stigi frá einum miðal felagi til eitt veruligt stórfelag. Tí er einki er givið.
 
Tað skal tó ikki nógv til fyri at fáa Liverpool at spæla við meira orku, renna meira og undirhalda meira. Og so skal eisini vilja sera illa til, um vit ikki fara at lata færri mál inn.
 
Iraola skal nú fáa alt at hanga saman, og vit viðhaldsfólk kunnu nú í spenningi bíða til Premier League byrjar aftur.
 
Vit gleða okkum.
 
YNWA

Skrivað: Áki Johansen

Seinastu tíðindi

04. jun 2026

Iraola tekur yvir - Hvat nú?

15. apr 2026

37 ár síðani Hillsborough vanlukkuna.

11. apr 2026

Liverpool Merchandise

11. apr 2026

Eykaaðalfundur