Aftur

Ein gloymd legenda - Keegan deyður 75 ára gamal

20 jul 2026

Liverpoollegendan Kevin Keegan er deyður 75 ára gamal av krabbameini.

Hóast vit ikki altíð hava hoyrt so nógv um hann og sæð so nógv til hann millum hinar legendurnar, so er veruliga talan um eina Liverpoollegendu av teimum heilt stóru.

Áðrenn Dalglish var Kevin Keegan nevniliga fyrsta veruliga superstjørnan í Liverpool í "nýggjari" tíð.

Eftir í søguni stendur serliga heilt avgerandi leikluturin, tá ið Liverpool vann sína fyrstu Europa Cup finalu móti Borussia Mönchengladbach í 1977. Keegan sleit týsku verjuna sundur, vann brotssparkið til 3‑1 og var dagsins maður, hóast hann ikki skoraði.

---

Áðrenn enskir dystir vóru sjónvarpaðir herheima, hava føroysk viðhaldsfólk, sum lurtaðu eftir Radio 2 hjá BBC á millumbylgjuni í 70'árunum, helst mangan hoyrt tiltiknu røddirnar á Peter Jones og øðrum útvarpsmonnum, tá ið teir søgdu frá teimum mongu Liverpoolsigrunum. Mangan mundi Keegan verða nevndur oftast í útvarpslurtinum, sum stundum skróvaði illa, tá ið hoyrilíkindini vóru vánalig.

Keegan var ikki tann tekniski snillingurin, men ein áleypari sum arbeiddi ótrúliga hart. Hann rann óvanliga nógv, trýsti langt frammi og setti ferð á spælið. Hann var kvikur, sterkur í kroppinum og hevði íborin evni, sum gjørdi, at hann ofta var fyrstur á bóltinum. Hann var djarvur og fór inn í allar tvídystir, eisini har aðrir hildu seg aftur. Tað var hetta, sum gav honum eyknevnið "The Mighty Mouse".

Uttan fyri vøllin var Keegan ein kendis. Hann sá gott út, hevði langt purlut hár, og var væl dámdur millum ungu genturnar. Hann hevði eitt smíl, sum riggaði á forsíðum, og hann sá út sum ein fótbóltsspælari. Hann var ofta í bløðum, gav tónleik út, og var við í lýsingum. Hann var ein av teimum fyrstu, sum veruliga sameindi fótbólt og kendislív.

Bill Shankly heintaði 20 ára gamla Keegan fyri 33.000 pund úr Scunthorpe í 1971. Hann gjørdi beinanvegin vart við seg. Bara ellivu minuttir vóru farnir í fyrsta dystinum móti Nottingham Forest, tá Keegan skoraði frammanfyri The Kop.

Á Anfield gjørdist samstarvið við John Toshack kent. Tann høgi áleyparin, sum skallaði bóltin niður til kvika stjørnuskotið og so var mál.

Keegan var lyklaspælari undir Shankly og Paisley. Hann var næstan altíð á vøllinum, skoraði støðugt og vann trý meistaraheiti.

FA Cup finalan í 1974 var ein av hansara stjørnuløtum, tá ið hann skoraði tvey mál móti Newcastle á Wembley í seinasta dystinum hjá Shankly. Eisini vann hann UEFA Cup tvær ferðir við Liverpool.

Undan finaluni í Europa Cup í 1977 hevði Keegan longu boðað frá, at hann gavst í Liverpool. Hetta var illa dámt á The Kop, og helst orsøkin til, at hann ikki verður nevndur so ofta, sum hinar legendurnar. Liverpool heintaði í staðin ein ávísan Kenny Dalglish, sum tók yvir 7-talið.

-------

Keegan fór víðari til týsku Hamburg. Hann vann týska meistaraheitið í 1979 og vann Ballon d'or í 1978 og 1979.

Í 90’árunum var hann venjari hjá Newcastle, sum bjóðaði av ovast Premier League við góðum og undirhaldandi fótbólti. Seinni var hann eisini enskur landsliðsvenjari.

Æra verður minnið um Kevin Keegan.

Skrivað: Rói Joensen

Seinastu tíðindi

20. jul 2026

Ein gloymd legenda - Keegan deyður 75 ára gamal

07. jul 2026

Liverpool Føroyar Túrur Liverpool vs Brighton

08. jun 2026

NÝTT HM 2026 netborið spæl. Nógvir góðir vinningar

04. jun 2026

Iraola tekur yvir - Hvat nú?