Aftur

Klopp í hølunum á Tuchel

23 nov 2021

Chelsea, hevur tey seinastu ártíggjuni verið roknað uppí, sum eitt av sterkastu feløgnum í Evropa. Eftir tvey góðkend kappingarár við Frank Lampard, ið annars megnaði at byggja ein óveruliga sterkan hóp upp, valdi felagið at gera sáttmála við Thomas Tuchel. Eftir at Tuchel kom til í fjør, megnaði hann í sínum fyrsta árið at vinna Champions League við Chelsea og í ár liggur hann í skrivandi løtu á fyrsta plássi í Premier League, fýra stig frammanfyri Liverpool á triðja plássi.

Í ár fáa hyggjarar og fylgjarar eitt spennandi kappingarár, har Chelsea, City og Liverpool eru feløgini, ið stríðast fyri at fenda nummar og tað verður spennandi at síggja hvør megnar tað. Liverpool hevur ein væl veikari hóp enn tey fyrst nevndu liðini og nú skaðalistin bara gert størri, verða teir noyddir at styrkja um hópin í Januar.

Liverpool 4 - 0 Arsenal

Arteta hevur seinastu tíðina megnað, at fingið úrslit fleiri góð úrslit við Arsenal og teir hava hálað seg upp á eitt fimta pláss. Hjá Liverpool hevði tað gingið minni væl í Premier League upp til hendan dystin. Fyrst megnaðu vit, at klóra ein javnleik heim móti Brighton og eftirfylgjandi sá verjan ikki góð út móti West Ham, har vit tapa 3-2. Tann 20. novembur var tó onki ivamál um hvør skuldi vinna. Verjan stóð stinn og álopsparturin blomstraði. Liverpool vann ein tryggan 4-0 sigur, har Arsenal ongantíð megnaði, at spæla upp til okkara menn. Tríggir teir fremstu skutu hvør sítt mál, meðan Arnold enn einaferð átti tvær góðar málgevandi avleveringar. Klopp og Liverpool hyggja nú fram eftir dystin í vikuskiftinum. Vit møta Southampton, ið liggja mitt á stigartalvuni. Hetta er vanligani ein dystur, ið kann drilla okkum eitt sindur, men eftir dystin seinast væntar Liverpool Føroyar enn ein tryggan sigur. 

Chelsea møtir einum nýggjum Manchester United liðið við nýggjum høvuðsvenjara. Tað er torført at vita, hvussu Manchester kemur at stilla upp og spæla yvirhøvur og tí kann alt henda. Um alt endar sum tað skal, so eru vit bert eitt stig aftanfyri Chelsea og Tuchel, tá 13. umfar er av.

Salah og Mane

Báðir vongáloypara hjá okkum, hava tey seinastu árini tænt okkum sera væl. Báðir hava skotið fleiri enn 100 mál fyri felagið. Við øllum hesum málunum, hevur Liverpool megnað at vunnið steyp, meðan leikaranir báðir hava vunnið hjartað hjá fjepparanum. Salah og Mane, hava báðir meldað út, at teir vilja hava ein nýggjan sáttmála. Tað er almenna kunngjørt, at Salah vil hava ein sáttmála, ið liggur millum £350.000-400.000 um vikuna. Salah er millum teir bestu í heiminum og hevur ivaleyst uppiborið slíkan sáttmála, men um felagið velur at broyta allan lønarstrukturin fyri at varðveita okkara besta mann, er ivasamt. Upphæddin hjá Mane er ikki kunngjørd enn, men ein kann vænta, at hann vil vera millum teir best løntu í hópinum og tí gita vit at ein slíkur sáttmáli liggur eitt stað millum £185.000-225.000 um vikuna. Í okkara "Klopp Era", eiga báðir í stóran leiklut í øllum tí, ið vit hava megnað at framt og Liverpool Føroyar vónar at felagið og nevndin gongur við til ein nýggjan lønarstruktur fyri at varðveita minst ein av hesum leikarunum. 

Skrivað: Jónas

Seinastu tíðindi

03. jul 2025

Diogo dansar ikki Jota longur

25. mai 2025

Tann besti handar tí besta steypið

10. mar 2025

KOM VIÐ TIL SEINASTA DYST FYRI 100KR!!!!

03. mar 2025

Túrur til Liverpool