Aftur

Leygarmorgunin 25 februar, var árlig aðalfundur felagsins.

28 feb 2023

3 nýggj fólk eru komin í nevndina hjá Liverpool Føroyar

Aðalfundurin varð innleiddur við formansfrágreiðingini, har Áki greiddi frá gongdini seinastu árini. Serligur dentur var lagdur á góðu gongdina við felagstiltøkum, túrum og ikki minst alt tað góðgerandi arbeiði sum fealgið ger. Grundarsteinurin undir nýggju strategiini bleiv lagdur fyri nøkrum árum síðani, og framgongdin seinastu árini hevur verið sjónlig. Talið av íðkarum veksur, og tey flestu hava nú fótbóltin sum heilársítrótt.

Síðani var roknskapurin lagdur fram. Tað má sigast at verða sera hugaligur lesnaður, fíggjarliga er felagið  í sera góðum hondum. Útreiðslurnar eru í tráð við ætlaninar hjá felagnum, samstundis sum stór framgongd hevur verið á stuðulsøkinum. Roknskapur var góðkendur av aðalfundinum.

Nevndarval var eisini á skránni. Fyri valið stóðu formaðurin Áki Johansen og John Dam, sum takkaði fyri seg og ikki stillaði upp aftur. Nývaldir í nevndina vórðu Mortan Joensen og Frankie Jensen. Lasse Weihe játtaði seg til at vera tiltakslimur.

Nevndarfundur verður ein av komandi døgunum, tá fer nevndin at skipa seg, í nevndin sita:

Aki Johansen

Petur Olsen

Janus úr Dímun

Frankie Jensen

Mortan Joensen

Tiltakslimur er, Lasse Weihe

Liverpool Føroyar, takkar fráfarandi nevndarlimi John Dam fyri stóra arbeiðið hann hevur gjørt fyri felagið, og ynskir samstundis nýggju nevndini blíðan byr.

Skrivað: Áki Johansen

Seinastu tíðindi

05. feb 2026

Liverpool Føroyar stuðlar Giktafelag­num og Autismu­felagnum

04. jan 2026

Aðalfundur 2026

21. aug 2025

Felags túrur til Liverpool móti Nottingham Forest 20. til 24. November…

18. aug 2025

Roykstovan í Klaksvík og Liverpool Føroyar, hava eisini gjørt samstarv…