Aftur

Skal eg tora at gleða meg?

27 jun 2023

Tað er summar og Silly Season. Vit hava sagt farvæl við Roberto Firmino, Naby Keita, James Milner og Alex Oxlade-Chamberlain, meðan heimsmeistarin, Alexis Mac Allister, er komin til úr Brighton fyri góðar 300 milliónir krónur.

Greinarhøvundur: Tróndur Arge

 

Jürgen Klopp hevur lovað seg til at endurbyggja eitt Liverpool-lið. Søgan sigur, at eigararnir hjá okkum – FSG – stuðla honum. Eisini fíggjarliga. Tí er tað áhugavert at leita eftir leysasøgum, sum nú hava sett okkum í samband við spælarar sum Khéphren Thuram og Manu Koné, og í minni mun Gabri Veiga, Micky van de Ven og Roméo Lavia.

 

Og jú, teir eru góðir á Youtube. Spurningurin hjá mær er bara um vit kunnu gleðast? Eg royni at vera spentur og hugsi at spælarar sum Ibrahima Konaté, Trent Alexander-Arnold, Stefan Bajčetić, Harvey Elliot, Luiz Díaz, Cody Gakpo, Diogo Jota og ikki minst Darwin Núñez kunnu blíva betri til komandi kappingarár. Tá hugsi eg um aldur, skaðar og at onkrir hava bara eitt til eitt hálvt kappingarár í Premier League av royndum.

 

Vit vunnu eisini fleiri dystir móti kappingarenda og mundi hasin dysturin móti Aston Villa ikki verða eitt kiks? Men júst sum eg droymi um, at vit við Alexis Mac Allister og Khéphren Thuram kollvelta miðjuna, at Virgil Van Dijk og Thiago finna aftur til gamla formin og Darwin Núñez ger ein Erling B. Halland, so rakar veruleikin.

 

Ein veruleiki, har vit skulu kappast við heil lond, sum eiga feløg. Manchester City, Newcastle og nú kanska eisini Manchester United. Chelsea hevur ein milliarder sum eigara og nú kunnu teir selja spælarar fyri nógvar pengar til Saudiarabia – sum eigur stóran lut í fyritøkuni hjá Chelsea eigaranum, Todd Boehly. Arsenal hevur ikki verið í Champions League í fleiri ár, men bjóða um 100 milliónir pound fyri Declan Rice.

 

Vit hava júst havt okkara besta tíðarskeið í nýggjari tíð við trimum Champions League finalum seinastu seks árini, men boðskapurin úr felagnum er, at vit hava ikki pengar til stórkeyp, hóast FSG skal eitast at stuðla Klopp. Vit lata okkara bestu spælarar fara fyri einki, ella smápengar sum við Sadio Mané.

 

Vit hava útbygt Anfield til næstan 60 túsund áskoðarra og prísurin fyri eitt atgongumerki er ikki smávegis. Liverpool er millum virðismiklastu feløgini í heiminum og vit hava fjeppara kring alla klótuna. Men vit hava ongar pengar?

 

Mest upplagda keypið hjá Liverpool síðani Virgil Van Dijk og Alisson Becker hevur verið Jude Bellingham. Gev honum 8-talið og ein langan sáttmála. Ein framtíðarstjørna. Tann nýggi Kylian Mbappé – ella skuldi eg sagt Steven Gerrard.

Í tvey til trý ár hevur Jude Bellingham verið settur í samband við Liverpool. Vit fingu ikki Aurélien Tchouaméni eftir finalutapið móti Real Madrid, men Jude Bellingham hevði áhuga at koma til okkum. Men longu fyri kappingarenda koma boð umvegis flestu ítróttarskrivararnar, sum fylgja Liverpool væl, at vit eru ikki við í kapprenningini um eitt komandi heimstalent.

 

Vit skulu heldur keypa bíligt og menna spælarar. Vit hava ikki pengar til hitt er boðskapurin. Úrslitið av at halda aftur við tilgongd í heimsflokki, sást aftur á stigatalvuni farna kapingarár.

 

Eg elski nýggju troyggjuni og vónina um eitt gott komandi kappingarár. Hetta er tíðin, tá tú hevur lov at droyma og nógv nýggj nøvn verða nevnd í samband við Liverpool, men eg tori ikki ordiliga at droyma.

 

Vit skulu kappast við nakrar mastrodontar í heimshøpi. Abu Dhabi, Saudiarabia, Katar og amerikanskar milliarderar, sum vilja tveita allar sínar pengar eftir spælarum, tí teir hava funnið ein veg rundan um FFP.

 

Men hvar eru íløgurnar hjá okkum á vøllinum? Fýra út og ein inn er ikki nokk til at lyfta seg frá fimta pláss upp til Champions League plássini, um øll hini styrkja seg. Eg vil so gjarna verða spentur upp á komandi kappingarár, men skal eg tora tað?

 

Tróndur Arge

 

YNWA

Skrivað: Áki Johansen

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”