Tað var lítið sannførandi, og aftur í dag var í stóran mun talan um sovibólt, har vit ikki merktu tann stóra viljan hjá okkara leikarum at gera alt fyri at vinna dystin. Hinvegin so var Bournmouth heldur ikki serliga sannførandi, og teir høvdu valla nakran málmøguleika allan dystin. Hjá okkum var gott at hava Alexander Isak, sum nú hevur skorað fýra mál í Premier League.
(PL) Bournemouth – Liverpool 0-1 (0-0)
Um Alexander Isak ikki hevði skorað upp á nærum einasta møguleikan hjá Liverpool, so høvdu vit øll grenja um enn ein vánaligan dyst, har liðið manglaði vilja, orku og evni til at hótta málið hjá Bournmouth.
Men ein sigur broytir altíð eftirmetingina, og vit kunnu fyrst og fremst takka góðum verjuspæli og Alexander Isak fyri tey trý stigini. Isak er veruliga farin at vísa seg sum tann effektivi málskjúttin, sum vit keyptu fyri eina milliard í fjør. Bert spell, at hann ikki fær meira at arbeiða við.
Viðvíkjandi verjupartinum, so sær út til, at Andoni Iraola hevur arbeitt nógb við hesum partinum, síðan teir fyrstu dystirnar, tá ið mótstøðuliðini lættliga runnu framvið okkara leikarum. Aftur í dag hildu vit nullið.
Sæð burtur frá einari fantastiskari bjarging frá Allison tíðliga í dystinum, so helt okkara verja Bournmouth frá øllum. Serliga hugaligt var at síggja, at miðverjan var krútsterk, og at Jérémy Jacquet veruliga hevur stemplað inn í Premier League. Tað er nakað síðan, at miðverjan hevur sæð so gott út, og tað er neyvan nakar, sum saknar ótrygga spælið hjá Ibrahima Konaté. Ronald Araújo á høgra bakki er eisini veruliga við til at styrkja verjupartin við sínum góða fysikki. Og so hava vit sjálvandi eisini van Dijk.
Møguliga er tað stóra fokusið upp á at bøta verjuspælið, sum ger at spælið longri frammi á vøllinum er lítið at reypa av.
Tað er ilt at skilja, hvussu so góðir leikarar hava so torført við at halda upp á bóltin. Nakrar fáar sendingar, og so missa vit bóltin nærum hvørja ferð hann verður spældur fram eftir. Florian Wirtz er ein av stóru syndarunum, og hevur enn til góða, at vísa seg sum ein av heimsins evnaríkastu tíggjarum. Men tað er ikki bara hann, tí nærum allir missa bóltin undir trýsti. Møguliga er tað tí, at ov fáir møguleikar eru at spæla, tí at okkara leikarar renna ov lítið fyri hvørjum øðrum. Aftur í dag rann mótstøðuliðið meira enn vit, fýra kilometrar meira.
Ná, men sigurin var kærkomin, og vit eru nú á sætta plássi við níggju stigum, seks stig aftanfyri oddaliðið Manchester City, sum kemur á vitjan á Anfield í fyrsta dystinum eftir landsliðssteðgin, sunnudagin 11. oktobur klokkan 16.30. Tá hava vit veruliga møguleikan at stempla inn í oddastríðið.
Seinastu tíðindi
Gott verjuspæl, vánaligt bóltspæl og trý góð stig
Ein stuttligur dystur at hyggja eftir
Fyrsti poddurin úr Scouse House