Talan var um ein sera vánaligan fótbóltsdyst, og dysturin móti Fulham gjørdist eitt skuffilsi frá byrjan til enda.
(PL) Liverpool - Tottenham 0-0 (0-0)
So at siga allan dystin minti spælið um gangifótbóltin hjá Slot. Eingin orka, ongar renningar uttan bólt og eingin vilji.
Leikararnir hjá Fulham runnu eisini, sambært Sofascore, samanlagt 6 kilometrar meira enn Liverpool (112,1km - 118,4km). Mótstøðuliðini hava runnið meira enn Liverpool allar dystirnar í Premier League higartil. So enn eiga vit til góða at síggja orkufulla spælið, sum sigist eyðkenna liðini hjá Andoni Iraola.
Tað var gangifótbóltur frá fyrsta bríksli í dag. Vit sóu ongantíð nakað sum líkist einum trýsti, sum riggar. Wirtz sá út til at renna nógv, men trýsti hekk ikki saman, og Fulham hevði ongar trupuleikar at spæla seg fram eftir vøllinum.
Tá ið vit so høvdu bóltin, hekk lítið saman. Uppspælið gekk seint fyri seg, og sendingarnar vóru óneyvar. Tsimikas, sum fekk møguleikan fyri útskeldaða Krekez, var so vánaligur, at longu var skiftur fyri Kerkez í hálvleikinum, og Gravenberch sást so lítið til, at tað var ivasamt, um hann var á vøllinum.
Millum glottarnar, var, at verjan helt nullið, og sjáldan var hótt, uttan tað einu ferðina, tá ið Allison nærum gav teimum bóltin. Isak vísti eisini onkrar góðar taktir, men hann fekk einki at arbeiða við.
Annars kom mest lív í Livepool og Anfield, tá ið Mac Allister og Gakpo komu inn í seinna hálvleiki. Nú vann Liverpool miðvøllin, og megnaði eina løtu at leggja nakað sum liktist einum trýsti á Fulham. Men tað hæsaði skjótt av, og tað var einki at siga til, at hesin dysturin endaði 0-0.
Torført er at gera nakran leikara til syndabukk, tí tá ið eitt lið spælir við so lítlari ferð og hongur so illa saman, so kann eingin leikari vera góður.
Her er heilt nógv hjá Iraola at fara heim at arbeiða við. Vit kræsnu fjepparar tíma ikki at síggja gangifótbólt a la Slot. Tað er heilt einfalt ov lítið áhugavert at hyggja eftir.
Seinastu tíðindi
Gangifótbólturin hjá Slot spøkti aftur á Anfield
Liverpool og eg 4 - Lauritz Í Króki
Ein góður kontrolleraður sigur