Aftur

Ein góður kontrolleraður sigur

09 sep 2026

Eftir at Atletico alt ov lætt legði seg fram um, kom Liverpool aftur í aftur og vann ein rímiliga kontolleraðan og uppibornan sigur

(CL) Liverpool - Atletico Madrid 2-1 (1-1)

(Hæddarpunkt frá dystinum eru niðast í greinini)

Dysturin í tølum

Liverpool byrjaði dystin væl við einum ávísum høgum trýstið. Men tað tók skjótt av, og vit sóu at Atletico dugir at spæla bólt og dugir at spæla í Evropa, hóast tað ikki er tað sama yvir teimum, sum fyri nøkrum árum síðan.

Atletico kom eisini fram um við einum typiskum máli, sum Liverpool hevur fingið móti sær seinasta hálvtannað árið. Atletico streyk gjøgnum okkara miðvøll, sum skríggjar eftir einum seksara, og so var ein sending løgd gjøgnum miðverjuna, samstundis sum Milos Kerkez ógildaði rangstøðuna. Marcos Llorente skoraði trygt. Løtu seinni mátti Alisson bjarga meistarliga einum langskoti frá Julian Alvarez.

Liverpool tók tó yvir spælið aftur, og nakrar minuttir fyri hálvleik, legði fyrst útseldaði Kerkez bólin til Bradley Barcola, sum brendi. Bólturin støkk síðan leysur eina løtu, og so hælaði Ronald Araújo bóltin hegnisliga til Dominik Szoboszlai, sum skoraði. Aroújo er onkurvegna ein spennandi spælari, sum sær út til at hava evnir at vera allastaðni á vøllinum, og at hava okkurt slag av X-faktori. Hann heldur seg í hvussu er ikki aftur.

Stutt inn í seinna hálvleik avgjørdi Liverpool dystin. Bólturin endaði fyri føturnar á Alexis Mac Allister beint uttanfyri brotsteigin, og við vinstra beininum sendi hann eitt langskot í málið. Stríðsmaðurin úr Argentina er um at finna formin aftur, og tað hava vit brúk fyri.

Liverpool hevði so at siga tamarhald á restina av dystinum. Atletico hevði fáar vandamiklar støður, meðan Liverpool hinvegin hevði nógv góð mótálop, men neyvleikin er ikki til staðar. Besta álopið í dystinum var, tá ið Florian Wirtz fann Barcola, sum púra leysur skeyt fram við málinum.

Hjá Livepool var nógv gott, tó uttan at nakað beinleiðis var at reypa av, og ein sigur móti Atletico er atlíð góðtikin.

Teir flestu spældu ein góðkendan dyst. Kerkez hevur tó framvegis til góða at sannføra okkum kræsnu fjepparar, og so manglar, at miðjan er meira kynisk at steðga mótálopum. Tað skal tó sigast, at í seinna hálvleiki steðgaði Liverpool flestu mótálopum í besta Manchester City-stíli við at gera smá fríspørk langt frammi á vøllinum. Og tað kostar næstan ongantíð gult kort.

Mac Allister var kanska besti leikarin í kvøld, og Florian Wirtz vísti eisini góðar taktir og gjørdi nógv færri feilir enn undanfarnu dystir.

Altíð gott at byrja við trimum stigum í Premier League, og nú er klárt til næstu uppgávu leygardagin klokkan 15.00 kemur Fulham á vitjan í Premier League. Tá er kravið ein sigur.

 

Skrivað: Rói Joensen

Seinastu tíðindi

09. sep 2026

Ein góður kontrolleraður sigur

05. sep 2026

Hatta var tiltrongt

02. sep 2026

Liverpool og eg 3 - Guðmundur Guðmundsson

01. sep 2026

Liverpool Føroyar mini veitsla í Scouse House