Aftur

Hatta var tiltrongt

05 sep 2026

Nú mátti tað verða, og tað varð tað eisini, tí í gjárkvøldi vann Andoni Ariola fyrsta dystin við Liverpool á útivølli móti Ipswich.

(PL) Ipswich - Liverpool 0-2 (0-2)

Hæddarpunkt frá dystinum

Dysturin í tølum

Longu tá ið níggju minuttir vóru spældir, hevði Alender Isak lagt okkum fram um 2-0, báðu ferð hevði Cody Gakpo, sum mundi skift til City fyrr í vikuni, næstseinasta fót á bóltinum. Tvær góðar sendingar og tvey góð skot. Endiliga sóu vit tann rætta Isak.

Fyrri hálvleikur var undirhaldandi. Vit høvdu fleiri góðar atsóknir, og var Alexander Isak ikki rangstaddur einu ferðina, so hevði hann skorað hattrick. Cody Gakpo átti eisini at fingið eitt brotsspark, og verjuleikarin hjá Ipswich kundi saktans eisini fingið reytt kort í støðuni. Støðan minti heilt nógv um støðuna, tá ið Alisson gjørdi brotsspark móti Nottingham Forest, bara tað, at hesaferð var takklingin so nógv ljótari.

Undirhaldið merkti eisini, at Ipswich hevði heldur nógvar møguleikar. Tað lá líka sum í luftini, at Liverpool heldur ikki vóru at halda "nullið" hendan dystin, tí tað er vit tíverri vorðin alt ov von við.

Verjuparturin sá kortini eitt sindur stinnari út enn higartil. Ronald Araujo var komin inn á høgra bakk í staðin fyri Jeremie Frimpong og tað hjálpti nógv. Vit sóu at Arajujo er kvikur, og tað er gott á einum liði, sum er langt frammi á vøllinum fyri tað mesta. Vit sóu eisini, at hann er ein "einki-tvætl" verjuleikari, sum sparkar burtur, tá ið tað er neyðugt, og tað treingir til í verjuni hjá Liverpool, sum var skroypiliga alt seinasta kappingarár, og tvær teir fyrstu dystirnar í hesum kappingarárinum.

Seinni hálvleikur var ikki líka undirhaldandi. Vit høvdu ikki eins nógvar atsóknir móti málinum, og tað var eitt sindur strævið at hyggja eftir. Hinvegin so hildu vit eisini teimum frá tí mesta, og tað er langt síðan, at verjanparturin hjá Liverpool hevur verið so góður ein heilan hálvleik.

Nýinnkeypta stjørnukeypið, Bradley Barcola, kom inn uttan at gera stórvegis skreytir, hóast vit sóu okkurt lítið dømi um, hvussu skjótur hann er. Eisini Victor Nunez vísti okkum aftur, at hann við sínum kvikleika, kann gerast eitt nógv betri keyp enn væntað. Í heila tikið sær út til, at vit longu hava fingið meira kvikleika á liðið, og tað var so sanniliga tiltrongt.

Serliga fyrstu minuttirnar, sóu vit, at liðið spælir meira fram eftir vøllinum enn undir Slot. Men sum dysturin leið, hvarv beinleiðis spælið nakað, so enn er nógv arbeiði hjá Iraola at gera.

Mikukvøldið klokkan 20.00 taka vit móti Atletico Madrid á Anfield, og tað eru altíð strævnir dystir móti einum strævnum liði. Í Premier League kemur Fullham á vitjan næsta leygardag klokkan 15.00, og tá er ein sigur aftur eitt nærum ófrávíkiligt krav.

Skrivað: Rói Joensen

Seinastu tíðindi

05. sep 2026

Hatta var tiltrongt

02. sep 2026

Liverpool og eg 3 - Guðmundur Guðmundsson

01. sep 2026

Liverpool Føroyar mini veitsla í Scouse House

29. aug 2026

Sami gangifótbóltur sum seinasta kappingarár