Aftur

Trý góð stig, men ikki sannførandi

17 Oct 2026

Okkara menn vunnu trý kærkomin stig móti Brentford í dag, og vit hanga i oddinum. Men spælið var ikki sannførandi.

(PL) Brentford – Liverpool 1-2 (1-0)

Hagtøl frá dystinum

Dysturin gjørdist akkurát líka torførur, sum spátt var frammanundan, og spælið bylgjaði nógv aftur og fram í fyrra hálvleiki við fáum møguleikum

Bradley Barcola átti tó at havt lagt okkum fram um, tá ið hann slapp at reka frá miðjum vølli púra leysir móti málinum. Tíverri skeyt hann upp um málverjan og við síðuna av málinum.

Liverpool hevði aftur í dag torført við at halda upp á bóltin, og misti serliga nógvar bóltar í uppspælinum. Tað gjørdi, at Brentford kom í nógvar álopsstøður, sum kundu blívi vandamiklar, meðan vit sjáldan fingið frið yvir spælið hjá okkum.

Dominik Szoboszlai og Alexander Isak vóru óvæntað við frá byrjan, men Szoboszlai mátti longu skiftast út í fyrra hálvleiki, meðan Isak var fullkomiliga ósjónligur.

Dømingini var eisini í fokus í fyrra hálvleiki. Wirtz átti at fingið brotsspark, tá ið hann var hildin í brotsteiginum. Løtu seinni dømdi dómarin brotsspark til Liverpool, tá ið Mac Allister varð takklaður, men eftir VAR-døming varð brotssparkið púra rætt tikið aftur.

Beint fyri hálvleiki kom Brentford fram um, tá ið Keane Lewis-Potter skallaði eitt gott innlegg í málið.

Og so náddi Yehor Yarmoliuk hjá Brentford eisini at fáa reytt kort. Hann skallaði Barcola inni í brotsteiginum, og eitt sindur hart dømt valdi dómarin eftir VAR-døming at geva reytt kort.

---

Tað gekk strilti hjá Liverpool at fáa glið á spælið, hóast vit spældu ellivu móti tíggju allan seinna hálvleik.  

Samanspælið gekk illa og seint, og tá ið vit so fingu trýst teir aftur móti teirra máli, tóku okkara menn ofta lítlar langskots møguleikar, og so var tað trýstið av. Tað er heilt einfalt ov lítil x-factor yvir álopspælinum hjá okkum, og spælið koyrir í sama tempo alla tíðina. 

Men best sum okkara leikarar sýntust at missa fokus, og nógvir steðgir vóru í spælinum, so riggaði. Munoz, sum akkurát hevði ligið sum ein stungin grísur eftir skumparí við ein mótleikarara, var sendur avstað høgrumegin við einari góðari sending frá Wirtz. Hann rak inn í vøllin og sendi bóltin málið inn við handaru stong.

Tíggju minuttir seinni kom Liverpool fram um, tá ið Isak inn í brotsteiginum legði sær bóltin væl til rættis og skoraði. Aftur hesaferð vísti Isak sítt sanna virði sum málskjútti. Nærum púra ósjónligur í spælinum, men gjørdist okkara bjargingarmaður.

Nú átti at verið lætt at hildið dystin á mál. Men sjálvt við ellivu móti tíggju, megnaðu vit ongantíð at hava tamarhald á støðuni. Bóltspælið er, sum nevnt, ov vánaligt, og so dugdu vit eisini illa at meta um, nær vit skulu leypa á og nær bólturin bara skal flytast runt.

Eitt, sum kortini riggaði væl í dag, var verjuparturin. Brentford kom bert til heilt fáar møguleikar, og Jérémy Jacquet vísti aftur í dag, at vit veruliga hava fingið fatur á einum sera lovandi ungum verjuleikara.

Í álopinum vóru Barcola og Munoz vandamiklir fram eftir vøllinum, og Rio Ngumoha var eisini góður og avbjóðandi, tá ið hann kom inni. Eisini Wirtz spældi ein av sínum frægaru dystum í dag.

Hóast nøkur góð einstaklingaavrik, so er sum um, javnvágin í spælinum ikki er til staðar. Umframt at bólturin flytur seg seint, so virkar sum um sentrali miðvøllurin ikki ordiliga kennir sín leiklut í spælinum. Tað verjukenda á miðvøllinum sær gaman í betri út, men í álopspartin sær út til, at miðvøllurin ikki megnar at meta um, nær bólturin bara skal flytast skjótt millum leikararnar frá síðu til síðu, og nær teir sjálvir skulu leypa á. Og so skjóta vit framvegis alt ov ofta upp á hálvar møguleikar, júst tá ið vit eru um at leggja veruligt trýst á málið.

Men alt í alt eru trý stig so ógvuliga nógv betri enn bæði eitt og tvey stig, og okkara lið er væl við í stríðnum um plássini í Champions League.

Týskvøldið kemur Villareal á vitjan í Champions League, og næsta sunnudag er dystur í Premier League móti Brighton.

Skrivað: Rói Joensen

Seinastu tíðindi

20. Oct 2026

Góður sigur móti góðum liði

20. Oct 2026

Undan dystinum: Iraola møtir gomlum vini á Anfield í Champions League

17. Oct 2026

Trý góð stig, men ikki sannførandi

16. Oct 2026

Undan dystinum: Iraola undir trýsti áðrenn torføran dyst í London