Tað sá einki út, tá ið Villarreal førdi 2-0 eftir hálvan tíma. Men Liverpool bardi seg inn í dystin aftur fyri hálvleik. Í seinna hálvleiki kom Liverpool fram um 4-2 við besta álopsspælinum hetta kappingarárið, áðrenn okkara menn aftur vístu, at teir ikki duga at verja.
(CL) Liverpool – Villarreal 4-3 (2-2)
Dysturin í kvøld var eitt sindur blandað bomm fyri allar pengarnar. Virgil van Dijk spældi ein av sínum vánaligastu dystum fyri Liverpool og byrjaði við at geva Villarreal eitt mál, tá ið hann skallaði ov stutt aftur til Alisson, og so skoraði Georges Mikautadze.
Verjan Liverpool sá fleiri ferðir ikki alt ov gott út, og tá ið hálvur tími var spældur, kiksaði rangstøðufellan, og so økti Sergi Cardona til 2-0.
So fór Liverpool undir ein seigan kamp at koma inn í dystin aftur. Alexis Mac Allister vísti seg um tann sanni krígsmaðurin og skallaði eitt gott hornaspark frá Kostas Tsimikas í málið. Nú vóru vit við aftur, og beint fyri hálvleik vísti ein annar krígsmaður, Ronald Araujo, enn einaferð, at hann er ein leikari, sum ger mun, tá ið hann er á vøllinum. Við handaru stong sníkti hann seg aftur um verjuna og stýrdi einum innleggi frá Rio Ngumoha.
Í seinna hálvleiki kom Florian Wirtz á vøllin fyri Araujo, og Ryan Gravenberch fór aftur á høgra bakkur. Nú sat Liverpool á øllum spælinum, og vit sóu tað besta álopsspælið hetta kappingarárið. Fyri fyrstu ferð megnaðu vit at leggja eitt samanhangandi trýst á eitt lið við at spæla bóltin skjótt runt frá síðu til síðu uttan at missa hann.
Og úti í høgru síðu spældi Rio Ngumoha ein framúrskarandi dyst og bjóðaði alla tíðina verjuni hjá Villarreal av. Teir vistu ikki síni livandi ráð, hvat teir skuldu gera, og sama um teir vóru tveir, tríggi ella fýra móti honum, so slapp hann ferð eftir ferð framvið teimum. Vit gleða okkum at síggja meira frá hesum serstaka unga spælara.
Trýstið og góða spælið hjá Ngumoha gav úrslit, tá ið hann breyt gjøgnum í høgru síðu og legði bóltin í føturnar á Mac Allister, um umvegis yvirleggjaran gjørdi tað til 3-2. Løtu seinni sendi Wirtz bóltin í málið eftir eina fríspæling frá Cody Gakpo í einum góðum álopi.
Liverpool framdi nakrar útskiftingar og fór longri aftur á vøllin at verja sigurin heim. Men vit sóu aftur at vit ikki duga at verja, og at liðið framvegis manglar ein seksara í heimsflokkki, sum kann binda liðið saman í eina samanhangandi eind.
Men alt í alt ein góður sigur móti einum góðum liðið. Tríggir sigrar í trimum dystum í Champions League er avgjørt góðtikið, og á tí góðu síðuni fekk Andoni Iraola eisini spart nakrar leikarar.
Sunnudagin klokkan 14 bíðar ein sera trupul dystur, tá frálíka liðið hjá Brighton kemur á vitjan í Liverpool. Tá er kravið ein sigur, hóast tað kann gerast sera trupult.
Seinastu tíðindi
Góður sigur móti góðum liði
Undan dystinum: Iraola møtir gomlum vini á Anfield í Champions League
Trý góð stig, men ikki sannførandi