Dystirnir fella títtir fyri tíðina, og kvøld, tá ið spanska Villareal kemur á vitjan, skal Liverpool royna at halda fram við góðu byrjanini í Champions League.
(CL) Liverpool – Villarreal (Kom í Scouse House og síggj dystin)
20. oktobur 2026, kl. 20.00 (Scouse House / Viaplay / Viaplay Sport News DK)
Liverpool vísti góðan stríðsanda um vikuskiftið, tá ið teir megnaðu at venda dystinum á útivølli móti Brentford, men sigurin kostaði nógv á skaðalistanum. Dominik Szoboszlai var óvæntað við frá byrjan, men mátti út tíðliga í dystinum, og hann verður væntandi úti nakrar dystir. Verri var hjá Jeremie Frimpong, sum væntandi verður úti heilt fram til landsliðssteðgin í novembur.
Afturat hesum eru Giovanni Leoni, Conor Bradley og Hugo Ekitike framvegis skaddir, meðan Wataru Endo og Federico Chiesa ikki hava loyvi at leika í Champions League.
Hinvegin er Cody Gakpo tøkur aftur, eftir at hann ikki kom inn av beinkinum móti Brentford, og Alexander Isak kom snikkaleysur frá dystinum móti Brentford, har hann avgjørdi dystin. Afturat hesum er Ryan Gravenberch heilt víst aftur í byrjanaruppstillingini eftir leikbannið í Premier League.
Orsaka av tøttu skránni er væntandi, at Iraola fer at broyta eitt sindur á liðnum. Jeremy Jacquet og Bradley Barcola verða møguliga hvíldir, og tað kann geva Joe Gomez sín fyrsta dyst frá byrjan í ár við síðuna av Virgil van Dijk. Ungu spælararnir Rio Ngumoha og Lewis Koumas kunnu eisini fáa kjansin at vísa sig fram frá byrjan.
Væntandi lið hjá Liverpool (4-2-3-1):
Alisson - Araujo, Gomez, Van Dijk, Tsimikas - Mac Allister, Gravenberch - Ngumoha, Wirtz, Gakpo – Koumas
Talan er eisini um eitt serligt kvøld fyri Andoni Iraola. Venjarin hjá Villarreal, Inigo Perez, er nevniliga gamal vinur og spælfelagi hjá Iraola frá ungdómsárunum í Athletic Club, og hann var eisini hjálparvenjari hjá Iraola í Rayo Vallecano í 2022/23. Teir kenna tí hvønn annan serstakliga væl
Mótstøðuliðið Villarreal hevur havt eina miðal byrjan upp á kappingarárið og er í løtuni nummar 12 í La Liga, meðan teir hava vunnið ein og spælt ein javnan í Champions League. Teir hava fleiri kend andlit í hópinum, eitt nú fyrrverandi málverjan í Liverpool, Peter Gulacsi, fyrrverandi Arsenal-leikaran Nicolas Pepe og Ayoze Perez, sum hevur spælt nakrar landsdystir. Spanska liðið hvíldi heili níggju spælarar um vikuskiftið.
Seinastu tíðindi
Góður sigur móti góðum liði
Undan dystinum: Iraola møtir gomlum vini á Anfield í Champions League
Trý góð stig, men ikki sannførandi