Liverpool skal royna at fylgja upp á góða 6-3 sigurin á LASK í Champions League, tá ið teir vitja ósigraða Brentford í London í sjeynda umfari í Premier League. Trýstið er farið at merkjast á Andoni Iraola eftir ein svingandi byrjan upp á kappingarárið.
(Kom í Scouse House og síggj dystin)
(PL) Brentford – Liverpool
17. oktobur 2026, kl. 15.00 (Scouse House / 3+)
Dysturin er sera týdningarmikil fyri Liverpool, sum í løtuni liggur á einum skuffandi 9. plássi við níggju stigum. Brentford hevur harafturímóti haft eina sera góða byrjan upp á kappingarárið og liggur nummar fýra við tíggju stigum.
Merkisvert er, at einastu tveir sigrarnir hjá Liverpool í Premier League higartil í ár eru komnir á útivølli.
Skaðastøðan er ikki batnað og harafturat hevur Ryan Gravenberch leikbann eftir reyða kortið móti City. Dominik Szoboszlai, Cody Gakpo og Alexander Isak spæla helst ikki. Teir hava verið úti tveir dystir, og hava higartil ikki vant saman við liðnum.
Conor Bradley er framvegis skaddur, men nærkast spakuliga at kunna spæla aftur. Hinvegin er tað útsett, nær Giovanni Leoni verður klárur aftur, og tað verður í fyrsta lagið eftir næsta landsliðssteðg í novembur. Góðu tíðindini eru, at Federico Chiesa og Wataru Endo, sum ikki sluppu at spæla í Eysturríki í vikuni, eru tøkir aftur.
Væntandi fær ungi Trey Nyoni sín allarfyrsta dyst frá byrjan í Premier League mitt á miðjuni undir liðuni á Alexis Mac Allister.
Liverpool fer at spæla í nýggju triðju troyggjuni, sum er sprøklutt svørt og myrkareyð.
Væntandi lið hjá Liverpool (4-2-3-1):
Alisson - Araujo, Jacquet, Van Dijk, Kerkez - Nyoni, Mac Allister - Munoz, Wirtz, Ngumoha - Barcola
Heimaliðið Brentford er eitt sera trupult mótstøðulið. Teir hava skorað heili 12 mál í seks dystum. Teir hava fyrrverandi Liverpool-leikararnar Sepp van den Berg og Caoimhin Kelleher í hópinum, og Kelleher sendur í málinum, um einki óvæntað hendir.
Seinastu tíðindi
Góður sigur móti góðum liði
Undan dystinum: Iraola møtir gomlum vini á Anfield í Champions League
Trý góð stig, men ikki sannførandi