Bústaður: Tórshavn
Aldur: 61 ár
Nær fórt tú at halda við Liverpool?
1971
Hví varð tað júst Liverpool?
Pápi helt við Manchester United, men hann royndi ikki at ávirka meg. Vinmennirnir hildu allir við Liverpool, og tí fór eg at halda við Liverpool
Fyrsta Liverpoolminnið?
Tá ið Kevin Keegan kom
Hvør var tín barndómshetja/fyrsta hetja í felagnum?
Kevin Keegan
Hevur tú verið á Anfield ella øðrum leikvølli og sæð Liverpool spæla?
Tríggjar ferðir í Liverpool. Fyrstu ferð í 2020, móti Bournmouth og Atletivo Madrid beint, tá ið korona kom
Minniligasti dystur hjá Liverpool nakrantíð?
4-0 sigurin móti Barcelona 7. mai 2019
Hvør er besti leikarin hjá Liverpool nakrantíð?
Kenny Dalglish
Hvat er besta málið hjá Liverpool nakrantíð? Suarez heilt úti við síðulinjuna. Frísparki hka´Szobo móti Arsenal
Hvønn leikara helt tú var framúrskarandi, sum fá onnur hildu vera góðan?
Alan Hansen
Hvør ungur leikari hevði góð evnir, sum ongantíð varð til nakað?
Jon Flanagan
Hevur tú tosað við nakran leikara hjá Liverpool?
Ja, Alan Hansen, Alan Kennedy, Kevin Keegan og fleiri aðrar, tá ið legendurnar vóru í Føroyum í 2009
Hvønn leikara ella venjara kundi tú hugsað tær at møtt?
Bob Paisley
Hvønn spælara vildi tú fegin havt til felagið, sum ongantíð kom?
Lionel Messi
Hvør er yndisleikarin á dagsins liði?
Dominik Szoboszlai ?????
Ávirkar gongdin hjá Liverpool gerandisdagin hjá tær?
Nei, bara í løtuni tá ið dysturin er
Skipar tú familjulívið og gerandisdagin eftir, nær Liverpool spælir?
Ja
Rópar tú so hart, tá ið Liverpool skorar, at grannarnir hoyra tað?
Ja, til tíðir
Hevur tú ávís ritual, eyndnutroyggjur, eydnupláss ella líknandi, sum tú heldur ávirkar úrslitini hjá Liverpool?
Nei
Dugir tú tekstin í You’ll never walk alone?
Nei, ikki heilt
Hevur tú nakað gott hugskot til Liverpool Føroyar?
Haldið fram við góða arbeiðnum. Fáið limirnar meira við
...........
Liverpool og eg 2 - Jóhannes Pauli Poulsen
Liverpool og eg 1 - Andrias Helenuson
Seinastu tíðindi
Liverpool og eg 3 - Guðmundur Guðmundsson
Liverpool Føroyar mini veitsla í Scouse House
Sami gangifótbóltur sum seinasta kappingarár