Bústaður: Tórshavn, aldur 51 ár
Nær fórt tú at halda við Liverpool?
1986
Hví varð tað júst Liverpool?
Tí eg fekk eitt hálsturriklæði frá einum vini, har tað stóð Liverpool FC á
Fyrsta Liverpoolminnið?
Tá ið Liverpool í 1989 vann FA-cup finaluna 3-2 móti Everton
Hvør var tín barndómshetja/fyrsta hetja í felagnum?
John Barnes
Hevur tú verið á Anfield ella øðrum leikvølli og sæð Liverpool spæla?
Tvær ferðir á Anfield. Fyrstu ferð 0-0 móti Hull, Rodgers venjari. Aðru ferð var fyrst fyrsti dystur hjá Klopp móti Untied, Liverpool tapti 1-0
Minniligasti dystur hjá Liverpool nakrantíð?
Istanbul 2005
Hvør er besti leikarin hjá Liverpool nakrantíð?
Luis Suarez
Hvat er besta málið hjá Liverpool nakrantíð?
Luis Suarez móti Newcastle í 2012
Hvønn leikara helt tú var framúrskarandi, sum fá onnur hildu vera góðan?
Harry Wilson
Hvør ungur leikari hevði góð evnir, sum ongantíð varð til nakað?
Jorrdon Ibe
Hevur tú tosað við nakran leikara hjá Liverpool?
Tosaði við John Aldridge og fekk autograf
Hvønn leikara ella venjara kundi tú hugsað tær at møtt?
Jürgen Klopp
Hvønn spælara vildi tú fegin havt til felagið, sum ongantíð kom?
Andrés Iniesta
Hvør er yndisleikarin á dagsins liði?
Dominik Szoboszlai
Ávirkar gongdin hjá Liverpool gerandisdagin hjá tær?
Nei, men tað gjørdi hon fyrr
Skipar tú familjulívið og gerandisdagin eftir, nær Liverpool spælir?
Ikki so nógv longur
Rópar tú so hart, tá ið Liverpool skorar, at grannarnir hoyra tað?
Ja
Hevur tú ávís ritual, eyndnutroyggjur, eydnupláss ella líknandi, sum tú heldur ávirkar úrslitini hjá Liverpool?
Hvørja ferð eg fari í troyggjuna, tapa teir
Dugir tú tekstin í You’ll never walk alone?
Ja, næstan allan
Hevur tú nakað gott hugskot til Liverpool Føroyar?
Skipa fyri einari veitslu
Seinastu tíðindi
Liverpool og eg 2 - Jóhannes Pauli Poulsen
Ikki nóg gott
Liverpool og eg 1 - Andrias Helenuson