Dystirnir í EFL-Cup hava ofta verið undirhaldandi seinnu árini. Einki VAR og einki roks, bara fótbóltsspæl. Í gjárkvøldi var eisini stuttligt at hyggja eftir dystinum í EFL-Cup móti Tottenham.
(EFL) Liverpool – Tottenham 3-1 (1-0)
Tottenham spældi eitt sindur opnarir enn onnur lið, vit hava møtt Hetta kappingarárið, og tí var meira pláss at leypa á.
Tottenham hevði bóltin nógv fyrstu løtuna, men skjótt var Liverpool betri liðið, og tað var uppiborið, at Alexis Mac Allister legði Liverpool fram um við ein frálíkum langskoti.
Joe Gomez fór út í hálvleikinum, vónandi var tað fyri at spara hann og ikki av skaða.
Tíðliga í sienna hálvleiki økti Cody Gakpo. Eitt gott eyðkent trekk til høgru og eitt skot inn við handaru stong.
Um miðjan seinna hálvleik fóru ungu James McConnel og Trey Nyoni út, og inn komu Ryan Gravenberch og Dominik Szoboszlai. At síggja til viknaði liðið av hesum, tí nú fekk Tottenham yvirvág í spæli og minkaði til 2-1 eftir eitt hornaspark, har Giorigi Mamardashvili fór fullkomiliga skeivur av bóltinum.
Tað brendi á eina løtu, áðrenn Liverpool aftur megnaði at koma longri fram á vøllin. Tá ið Tottenham so satsaði ordiligt í yvirtíðini, endaði eitt álop hjá Liverpool við, at Szoboszlai í eyðkendum stíli hamraði ein fluktara í málið úr eini 25-30 metrum. Eitt mál, sum var líka flott, sum tað móti Arsenal seinasta kappingarár.
3-1 og vit eru víðari í lítlu steypakappingini.
Seinastu tíðindi
Ein stuttligur dystur at hyggja eftir
Fyrsti poddurin úr Scouse House
Gangifótbólturin hjá Slot spøkti aftur á Anfield