Bústaður: Santa Domingo
Aldur: 54
Nær fórt tú at halda við Liverpool?
1982
Hví varð tað júst Liverpool?
Tí teir spældu góðan fótbólt
Fyrsta Liverpoolminnið?
Fekk eina Liverpooltasku og Liverpooltroyggju frá pápa
Hvør var tín barndómshetja/fyrsta hetja í felagnum?
Ian Rush
Hevur tú verið á Anfield ella øðrum leikvølli og sæð Liverpool spæla?
Ja, Anfield. Fyrstu ferð seinasta dystin í 13/14. Liverpool vann 2-1 móti Newcastle
Minniligasti dystur hjá Liverpool nakrantíð?
Liverpool - Barcelona 4-0 í 2019
Hvør er besti leikarin hjá Liverpool nakrantíð?
Steven Gerrard
Hvat er besta málið hjá Liverpool nakrantíð?
Tá ið Mohammed Salah driblaði verjuna hjá City av inni í brotsteiginum (Síggj málið)
Hvønn leikara helst tú var framúrskarandi, sum fá onnur hildu vera góðan?
Ongan
Hvør ungur leikari hevði góð evnir, sum ongantíð varð til nakað?
Jon Flanagan
Hevur tú tosað við nakran leikara hjá Liverpool?
Ja, møtti John Barnes og teimum á flogvøllinum í Kastrup, tá ið Liverpool spældi móti Brøndby í Parkini i 1995
Hvønn leikara ella venjara kundi tú hugsað tær at møtt?
Steven Gerrard og Jürgen Klopp
Hvønn spælara vildi tú fegin havt til felagið, sum ongantíð kom?
Kylian Mbappé
Hvør er yndisleikarin á dagsins liði?
Florian Wirtz
Ávirkar gongdin hjá Liverpool gerandisdagin hjá tær?
Ja
Skipar tú familjulívið og gerandisdagin eftir, nær Liverpool spælir?
Ja
Rópar tú so hart, tá ið Liverpool skorar, at grannarnir hoyra tað?
Ja, um tað er okkurt týðandi mál
Hevur tú ávís ritual, eydnutroyggjur, eydnupláss ella líknandi, sum tú heldur ávirkar úrslitini hjá Liverpool?
Nei
Dugir tú tekstin í You’ll never walk alone?
Næstan
Hevur tú nakað gott hugskot til Liverpool Føroyar?
Betri upplýsing um Scouse House
Seinastu tíðindi
Liverpool og eg 5 - Jón Hardlei
Gott verjuspæl, vánaligt bóltspæl og trý góð stig
Ein stuttligur dystur at hyggja eftir