Aftur

Ræstkjøtaveitslu 11 februar 2017.

28 des 2016

Liverpool fjepparar hittast til ræstkjøtaveitslu í Bowlinghøllini í Havn leygardagin 11 februar 2017 við upphiting frá kl. 16.30.

Hendan dagin Kl. 17.30 verður dystur á Anfield, har Tottenham koma at vitja, so vit vóna eina góða og ikki minst spennandi upptakt til veitsluna.

Sum vanligt hava vit ein spennandi gestarøðara hendan dagin.

Kostnaður fyri veitsluna er kr. 300,- kr. fyri limir í Liverpool Føroyar – ikki limir rinda kr. 400,- kr. ( við í prísinum er 1 ølella sodavatn og 1 snapsur).

Tað er neyðugt at minst 60 fólk tekna seg, um tiltakið skal verða til nakað.

Er tú ikki longu limir kann tú gera hetta umvegis heimasíðuna og spara 100 av veitslu kostnaðinum.

Í samband við dystin hava vit tipping til veitsluna verður søla av lutaseðlum við góðum góðum vinningum, yvirskot fer óskert har til eitt í Føroyum gott gerandi endamál.

TILMELDING á aki@liverpool.fo. Seinasta freist at melda til er 25 januar 2017.

Tekna teg til veitsluna áðrenn 01.01.2017 og tú er við í lutakastinum um eina KLOPP nú t-shirt vit luta út 5 toyggjur, sum fáast á veitsluni.

Skrivað: Jógvan Andersen

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”