Aftur

“Eg gleði meg til Naby kemur”

28 mai 2023

Í dag siga vit farvæl til Naby Keita og Alexander Oxlade-Chamberlain. Sigandi fyri Naby Keita, so er hann ikki partur av hópinum tí hann er skaddur. Eg veit ikki heilt hví Ox ikki er við, men søgan um hesar báðar er søgan um eitt potentiali, sum ikki bleiv uppfylt.

Greinarhøvundur: Tróndur Arge


Søgan um Naby Keita og Alexander Oxlade-Chamberlain er eisini ein søga um hvat kundi verið. Naby Keita hevði eginleikar á bóltinum sum ein heimsklassaspælari, meðan Alexander Oxlade-Chamberlain hevði handan kraftfulla spælistílin, sum tóktist fara passa sum fótur í hosu til Liverpool undir leiðslu av Jürgen Klopp.

Tað bleiv ikki so. Vit fara ikki at minnast teir báðar fyri tað góða. Vit fara nokk heldur at minnast irritatiónina um afturvendandi boðini, at teir aftur eru skaddir. Naby Keita má hava sett okkurt slag av meti fyri skaðar, meðan Ox-urin var heldur óheppin. Júst sum hann byrjaði at seta seg í gjøgnum fekk hann ein álvarsligan knæskaða. Hann bleiv ongantíð tann sami.

“Eg gleði meg til Naby kemur”
Vit keyptu Naby Keita í august 2017, men hann kom fyrst til í juli 2018. Í eitt ár kundu vit bara hyggja at, meðan Naby Keita vísti síni kynstur í RB Leipzig.

Eg havi ein vinmann, sum onkuntíð leitaði sær troyst í, at vit høvdu keypt Naby Keita. “Eg gleði meg til Naby kemur”, plagdi hann at taka til. Hetta serliga tá tað gekk illa hjá Liverpool. Eg minnist eisini hvussu viðspælararnir róstu Naby. Ein av teimum var danski Yussuf Poulsen. Hann segði í eini samrøðu um hetta mundi, at tað var besti spælari hann hevði spælt saman við.

Tí gleddi eg meg eisini til at síggja hann í eini Liverpool troyggju. Fyri mítt viðkomandi var tað fínt, at hann fekk 8-talið á ryggin. Eg eri als ikki ein av teimum, sum haldi at eitt tal skal pensionerast. Heldur ikki 23 hjá Michael Jordan ella nøkrum øðrum. Tí tey ungu skulu altíð kunna droyma seg í troyggjuna hjá hetjunum.

Eg havi leitað mær eftir einum dysti, sum skal lýsa tíðina hjá Naby Keita í Liverpool, men eg komi ikki á ein ávísan dyst. Hann hevur spælt fleiri fínar dystir og eigur fleiri góðar løtur. Eitt nú 5-0 sigurin á Old Trafford, men kanska onkur av tykkum hevur eitt betri boð?

Søgan sigur, at Jürgen Klopp og venjaratoymið hjá Liverpool eru vónbrotin av, at Naby Keita ikki megnaði at umstilla seg til Liverpool og Premier League. Eitt eru skaðar, men eitt annað eru taktiskar snildur og vantandi áhugi í at læra enskt.

Tað tykist næstan sum, at Naby Keita er 32 ára gamal og nú fer at trappa niður, men hann er 28 ára gamal og eigur at toppa. Um hann nakrantíð fer at toppa aftur, so verður tað ikki í troyggjuni hjá Liverpool – tíverri!

Dundurskotið hjá Ox
Liverpool rindaði yvir 300 milliónir krónur fyri Alexander Oxlade-Chamberlain, tá hann í 2017 skifti frá Arsenal. Tað helt eg var nógv og skilti lítið av tí. Hann vísti seg tó frá síni góðu síðu fyrsta ári. Serliga er tað dundurskotið móti Manchester City, sum situr fast í minninum.

Hann var eisini fastur partur av liðnum eitt skiftið, men ein álvarsligur knæskaði í hálvfinaluni í Champions League móti AS Roma skuldi vísa seg at seta síni spor. Hann sat uttanfyri í eitt heilt ár og tað er breið semja um, at hann kom ongantíð aftur á somu hæddirnar.

Eitt skifti hetta kappingarárið vóru boð aftur eftir Ox-inum. Eg unnaði honum at klára seg væl, men fyriuttan eitt mál í Premir League, so manglaði nógv í at spæla fyri Liverpool. Eins og við Naby Keita, so virkar Alexander Oxlade-Chamberlain eldri enn hann er. Hann er 29, men longu ferdigur í Liverpool – tíverri.

Eg vildi ynskt at bæði Naby Keita og Alexander Oxlade-Chamberlain fingu eitt betri eftirmælið í Liverpool, tí kanska hevði tað verið munurin í onkrum av teimum tøttu endaspurtunum, sum vit hava tapt seinnu árini. Tað kunnu vit ikki siga um Roberto Firmino og James Milner, tí har fingu vit fullan valuta!

YNWA

Skrivað: Áki Johansen

Seinastu tíðindi

23. aug 2024

Túrur Liverpool - Chelsea

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?