Aftur

Vit siga farvæl við 2024

29 des 2024

Oddaliðið í Premier League Liverpool, vitjar London Stadium, har West Ham tekur ímóti, stóri spurningurin er, um teir reyðu kunnu enda árið í sama stóra stíli, sum higartil.

Liverpool er á einum góðum stað, og vunnu seinast 3-1 á Anfield móti Leicester, men hetta var møguliga, eitt tað lakasta avrikið higartil hetta kappingarárið, sjálvt um talan var um ein greiðan sigur. Tað verður ikki líka lætt í London.

Liverpool hevur nær um allar leikarar tøkar, Konate og Bradley eru framvegis úti vegna skaða. Tað kom sera illa við, at  Szoboszlai mátti taka eitt gult kort fyri Gravenberch og tí hevur leikbann til hendan dystin. Ryan Gravenberch, Cody Gakpo og  Darwin Nunez eru allir eitt gult kort frá einum leikbanni.

West Ham venjarin Julen Lopetegui, var undir sera stórum trýsti fyrr í kappingini og var í vanda fyri at missa starvið, men seinastu dystirnar er gongdin vend og West Ham eru ósigraðir í seinast fýra dystunum. West Ham er undan dystinum nummar 13, eitt stig framman fyri Manchester United.

Slot ger vanliga, ikki nógvar broytingar frá dyst til dyst, og vit gita nær um sama lið sum seinast. Tó so at vit gita at Diaz kemur inn fyri Nunez og byrjar í álopinum saman við Salah og Gakpo. Szoboszlai skuldi uttan iva byrja hendan dystin, so nú fær Jones, enn ein dyst frá byrjan. Slot hevur møguliga eisini Tsimikas í tonkunum fyri Robertson.

West Ham er uttan fleiri av sínum betri leikarum, Antonio sum var í einum ógvusligum ferðslu óhappið, er sjálvandi ikki tøkur, Fabianski, Kilman og Soler, fóru allir út við skaða seinast, og eru ikki tøkir. Guido Rodriguez og Tomas Soucek hava leikbann, men stóra stjørna hjá West Ham Lucas Paqueta, er tøkur aftur.

Liverpool hevði tað mangan torført á The Boleyn Ground ella Upton Park, sum flestu okkara  kenna tað. Hinvegin trívist Liverpool rættuliga væl á London Stadium, í átta vitjanum hevur Liverpool vunnið tær seks, leikt ein javnt, og hava bara tapt tann eina dystin har, málúrtøkan er 20-9. So tað skal ikki undra, um tað kann gerast málríkt.   

Um tað er ein West Ham leikari, sum Liverpool skulu taka serligt atlit til, so má tað vera Jarrod Bowen, sum í seinast dystinum móti Southampton fekk sítt Premier League mál nummar 100.  

Anthony Taylor er settur at leiða ein dysti við Liverpool, á fjórða sinni hettar kappingarárið, higartil hevur Liverpool ikki tapt, tveir sigarar móti Wolves og Man United umframt javnleikin 2-2 móti Arsenal.  

Vit ynska øllum ein góðan dyst og gott nýggjár.

Skrivað: Áki Johansen

Seinastu tíðindi

29. des 2024

Vit siga farvæl við 2024

23. aug 2024

Túrur Liverpool - Chelsea

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace