Aftur

Klopp javnur við Shankly

25 feb 2020

Tá Liverpool vann 3-2 á West Ham í gjárakvøldið, tók Jürgen Klopp Premier League metið frá Manchester City við at vinna 21 landskappingardystir á rað á heimavølli. Klopp má framvegis deila metið við góða, gamla Bill Shankly.

Bill Shankly byrjaði við einum 4-1 sigri á Crystal Palace tann 29. januar 1972 og endaði við einum 1-0 sigri á sama liði 30. desember 1972.

Sostatt kann Klopp eiga metið einsamallur við at vinna á Bournemouth 7. mars 2020

Skrivað: Áki Johansen

Seinastu tíðindi

16. sep 2026

Ein stuttligur dystur at hyggja eftir

14. sep 2026

Fyrsti poddurin úr Scouse House

12. sep 2026

Gangifótbóltu­rin hjá Slot spøkti aftur á Anfield

10. sep 2026

Liverpool og eg 4 - Lauritz Í Króki