Aftur

Alec Lindsay 72-ár í dag

27 feb 2020

Bill Shankly keypti Alec Lindsay frá 2. deildarfelagnum Bury Football Club í mars mánaða 1969 fyri £67.000.

Tann 16. september 1969 vann Liverpool 10-0 á írska Dundalk í European Fairs Cup. Alec Lindsay spældi fyrsta dyst og skoraði eisini til 6-0. Lindsay spældi 6 dystir afturat í kappingarárinum 1969-70. Longu árið eftir royndi Lindsay at vinna sær pláss á besta liðnum hjá Liverpool, men hann mátti sanniliga stríðast fyri plássinum.

Í sjálvsævisøguni hjá sær, The Anfield Iron, greiðir Tommy Smith frá, at hann situr saman við Alec Lindsay á Melwood, tá Shankly og Bob Paisley nærkaðust… Aftaná, at Shankly hevði sagt við Alec, at hann var óbrúkiligur á eykaliðnum sum vinstri vongur, í álopinum og á vinstru mið, tá svaraði Alec: “… men tá tykkara talentleitari sá meg spæla fyri Bury, var eg á vinstra bakki... tú hevur ongantíð latið meg spælt har...” “Lurta nú, góði. Lúgv ikki fyri mær. Vit hava ikki lygnarar í hesum felagnum.” “Eg átti at vitað, eg var har.” ”Hvør var so hasin leikarin, sum spældi vinstri miðvallari á Bury liðnum, við sama ljósa hári og hársniði sum tú?” kravdi Shankly at fáa at vita. “Jimmy Kerr,” svaraði Alec aftur. “Svartasta, Bob, vit hava keypt tann skeiva leikarin!” 

Síðani spældi Alec Lindsay vinstri bakkur. Sum vinstri bakkur var hann við til at halda málið reint í seks útidystum á rað í kappingárinum 1971-72 saman við Ray Clemence, Chris Lawler, Tommy Smith, Larry Lloyd (Phil Thompson og Emlyn Hughes spældu eisini í miðverjuni). Dystirnir vóru: 0-0 ímóti Wolves, 1-0 ímóti Huddersfield, 0-0 ímóti Chelsea, 1-0 ímóti Southampton, 3-0 ímóti Manchester United og 2-0 ímóti West Ham.Sostatt spældi hann eisini á liðnum hjá Bill Shankly, sum vann 21 landskappingardystir á rað í 1972.

Lindsay átti plássið á vinstra bakki til Shankly takkaði fyri seg í 1974. Bob Paisley valdi hinvegin at spæla við Phil Neal, sum síðani gjørdist mest vinnandi Liverpool leikarin nakrantíð.

í 1978 skifti Lindsay til Stoke City, men tá hevði hann spælt 248 dystir fyri Liverpool og skorað 18 mál. Hann var við at vinna meistaraheitið í 1973 og 1976 umframt at vinna UEFA Cup í 1973 og FA Cup í 1974. Harafturat spældi hann 4 landsdystir fyri Ongland í 1974.

Skrivað: Áki Johansen

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”