Aftur

Hillsbrough 15. apríl 1989

15 apr 2020

Tað skuldi vera ein veitsludagur. FA Cup semifinala millum Liverpool FC og Nottingham Forest á Hillsborough leikvøllinum í Sheffield, tann 15. apríl 1989.

Hóast fleiri áheitanir og ávaringar, so valdu myndugleikarnir framvegis at lata Hillsborough hýsa semifinaluni. Frá 1982 til 1987 varð Hillsborough ikki brúkt til semifinalur orsakað av, at fleiri áskoðarar brutu armin, beinið ella rivjabein í sambandi við semifinaluna á sama staði millum Tottenham Hotspurs og Wolverhampton Wanderers í 1981. Í 1987 legði man merki til, at í sambandi við kvartfinaluna (Sheffield Wednesday og Coventry City) og semifinaluna (Coventry City og Leeds United), at útivallarsektiónin var ovurfylt, tí áskoðararnir kundu ikki eingong klappa.

Í 1988 var eisini semifinala millum Liverpool FC og Nottingham Forest á Hillsborough. Ein áskoðari skrivaði til enska fótbóltssambandið og Minister for Sport, har hann orðaði seg soleiðis: "The whole area was packed solid to the point where it was impossible to move and where I, and others around me, felt considerable concern for personal safety,". "As a result of the crush an umbrella I was holding in my hand was snapped in half against the crush barrier in front of me… My concern over safety was such – at times it was impossible to breathe – that at half-time… I managed to extricate myself from the terrace, having taken the view that my personal safety was more important than watching the second half."

Hóast fleiri ábendingar, so staðfesti enska fótbóltssambandið: "the identical 1989 tie was not regarded as a problem match".

Í 1988 koyrdu trý tok við Liverpool fjepparum til Sheffield. Í 1989 bara 1 (eitt!) tok. Arbeiði á motorvegnum seinkaði fleiri Liverpool fjepparum, sum høvdu fingið boð um at møta 15 minuttir fyri dystin. Trýstið øktist, tí tað vóru bara 23 teljarar, sum skuldu svølgja alla mannafjøldina. Onkur fór til skeivan teljara, men kundi ikki venda aftur, tí trýstið var alt ov stórt. 10 minuttir áðrenn dysturin byrjaði hoyrdu fleiri, hvussu leikararnir vórðu fagnaðr, tá teir komu inn á vøllin. Tá dysturin byrjaði, tá stóðu tey framvegis uttanfyri. Ein vakin politistur bað um, at byrjanin skuldi útsetast, sum man hevði gjørt í 1987, men fekk noktandi svar. Í sambandi við hooliganismu var hegn sett upp fyri at verja leikarar og áskoðarar. Nú kroystust fleiri ímóti hegninum, meðan onnur royndu at bjarga lívinum við at klintra upp um hegnið. 766 fólk fingu skaða og onnur 96 lótu lív.

Hvørki politiið ella Sheffield Wednesday tóku ábyrgd av hendingini frá 1981, men Hillsborough varð víðkað og í sambandi við útbyggingina fór trygdarloyvið úr gildi. Í 1989 hevði Hillsborough sostatt onki trygdarloyvi. Bara 14 av teimum 96 líkunum komu fram til sjúkrahúsið. Um læknahjálp var tøk á staðnum, so kundu 41 lív verið bjargað.

Fyri Liverpool FC fekk gølan katastrofalar fylgjur. Kenny Dalglish, sum tók við sum spælandi-manager aftan á Heysel katastofuna, tann 19. mai 1985, mátti 22. februar 1991 leggja frá sær. Gølurnar tóku luftina og allar kreftirnar frá honum. Liverpool FC lá tá nr. 1 og var framvegis við í FA Cup.

25 ár seinni liggur Liverpool aftur nr. 1. Núverandi liðskiparin, Steven Gerrard, misti sjálvur eitt systkinabarn á Hillsborough, Jon-Paul Gilhooley, 10 ár.

You'll Never Walk Alone!

https://www.youtube.com/watch?v=UmcQ1WJkpZE&fbclid=IwAR0MR5MJjqBcM7-sl4L36SMeIMWObTkikllROCCTj_Lt9YUmA0OxEsyjbFk

Skrivað: Áki Johansen

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”