Aftur

Er hetta loysnin hjá Klopp?

15 jan 2021

Tað er ikki til at hyggja burtur frá at Liverpool eru í einari verjukrisu í løtuni við Van Dijk og Gomez úti restina av kappingarárinum.

Hugburðurin hjá Klopp í samband við keypi av einum nýggjum leikara í Januar, er fyribils eins og hann hevur verið. 

Spurningurin er, um Real Madrid nú kunnu vera við til at broyta hugburðin hjá Klopp og Liverpool.

Í fylgi Duncan Castles, frá The Transfer Window Podcast eru The Galacticos opnir fyri at lána 22 ára gamla Éder Militão út restina av kappingarárinum, við møguleikanum fyri at keypa leikaran eftirfylgjandi. 

Real Madrid eru komnir við einum prísuppskoti til Militão, ið liggur um 50 milliónir €. Hetta er sama mongd, ið tað kostaði teimum at keypa Militão, á sumri 2019. 

Militão hevur einans verið við í trimum dystum hetta kappingarárið. Tveir av hesum trimum, hava verið í La Liga, meðan tann seinasti var í Champions League.

Hann hevur ikki verið ein fastur partur av hópinum hjá fyrrverandi heimsstjørnuni Zidane, síðani skifti til The Galacticos, men er framvegis ein ungur og dugnaligur leikari.

Niðanfyri liggur eitt YouTube brot av Éder Militão. 

Skrivað: Áki Johansen

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”