Aftur

Feilir kosta Liverpool í Madrid og Klopp eigur stórsta feilin

07 apr 2021

Liverpool, fór í gjár inn til fyrsta av tveimum Champions League uppgerðum móti Real Madrid, við nógvum sjálvsáliti og uppreistari pannu, eftir at teir í vikuskiftinum vunnu sannførandi 3-0, á útivølli móti Arsenal. 

Sannførandi spælið frá vikuskiftinum kom tó ikki til sjóndar, fyrr enn tað longu var ov seint. Liverpool og Klopp áttu sjálvir skyldina í ringa úrslitinum, hóast tað tóktist at týski dómarin, Felix Brych, til tíðar tók skeivar avgerðir. Málið til 2-0 kom uppá eitt kontra, eftir at Mane varð feldur beint uttanfyri brotsteigin hjá Real Madrid. Lucas Vasquez, var maðurin, ið feldi Mane og átti møguliga at fingið reytt kort í støðuni, tí hann er aftasti maður og frátekur eina opna málroynd frá Mane. 

Liverpool gjørdi ov nógvar feilir og í umtalaða kontra málinum hjá Real Madrid til 2-0, var tað Alexander-Arnold, ið ikki megnaði at kunna seg nógv væl, áðrenn hann skallaði bóltin beint í rennibanan hjá Asensio, ið við yvirskoti prikar bóltin uppum Alisson.

Stórsti feilurin átti Klopp tó. Hann valdi at byrja inni við Keita, sum ikki hevur spælt, í yvir ein mánað og samstundis var Thiago, ið leikti tveir góðar dystir móti RB Leipzig, settur á bonkin. Tað var sera sjónligt at Keita ikki var klárur til dystin, hóast hann átti onkrar góðar dribblingar og var við í tí framliga, so megnaði hann ikki at fylgja við, í tí høgu leikferðini. 

Ein tíma undan dyst, greiddi Klopp frá valinum um at byrja inni við Keita og har legði hann stóran dent á tað støði, ið Keita hevur víst til venjing, samstundis sum at hann kundi leggja øðrvísi førleikar afturat spælistílinum hjá Liverpool. 

Hendan avgerðin var risikabul og vísti seg eisini at vera tann skeiva. Keita, varð skiftur út, tá fimm minuttir vóru eftir av fyrsta hálvleiki og inn fyri hann, kom umtalaði Thiago. Thiago, leikti heldur ikki ein góðan dyst, men innskiftingin gjørdi at Liverpool fekk meiri tamarhald á bóltin.

Eftir dystin fortelur Klopp, at innskiftingin bert var ein taktisk broyting, men sannleikin er at Keita ikki var í nóg góðari venjing, til at leika dystin í gjár.

Hóast ein illa spældan dyst, so megnaði Liverpool at skora eitt mál í seinna hálvleiki. Mohamed Salah var málskorarin, eftir 50 minuttir og hetta var mál nummar 27 frá Salah, hetta kappingarárið. Klopp kallar málið eina bjarginarlínu, tí útivallar málið merkir, at Liverpool kann vinna seinnu uppgerðina við at skjóta tvey mál, samstundis sum teir ikki kunnu lata mál ígjøgnum. 

Málið hjá Liverpool, kom eftir at Gini Wijnaldum, sjálvur setti ferð á spælið og eftir flottum eitt-tvey spælið millum Gini og Jota, so endaði bólturin heldur tilvildarliga fyri fótunum á Salah, ið setti bóltin trygt í netið.

Liverpool hevur ein torføran dyst í vikuskiftinum móti Aston Villa, ið seinast vann heili 7-2. Teir eru noyddir at vinna hendan dystin fyri at náa fjórða plássið, um teir ikki megna at koma víðari í Champions League. 

Útgangspunktið til seinnu uppgerðina móti Real Madrid, verður at skjóta 2 mál, uttan at lata mál inn og teir verða noyddir at finna arbeiðishandskarnar fram frá fyrsta brýksli. Benitez nevndi áðrenn dystin í gjár, at um Liverpool megnar at steðga Kroos og Modric, so vann Liverpool. Tvørturímóti, so Kroos átti tvey upplegg og Modric átti eitt. Klopp er noyddur at leggja størri dent á, at seta trýst á hesar heimsstjørnurnar, um teir ikki skulu hava somu ávirkan, á ta seinnu uppgerðina.



Skrivað: Jónas

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”