Aftur

Mohamed Salah - okkara besti vongur nakratíð?

16 mai 2021

Salah má sigast, at verða eitt framúr keyp fyri Liverpool. The Egyptian King, er millum okkara bestu málskjúttar nakrantíð. Hagtøl vísa eisini, at tað eru bara 11 leikarar, sum samanlagt hava skorða fleiri mál enn Salah, sum nú bara er 6 mál frá, at koma inn í okkara all time topp 10.

Salah sum skoraði í fantastiska sigrinum móti United, hevur leikt 200 dystir fyri Liverpool. Salah er á hædd við Fowler eftir 200 dystir, báðir við 124 málum og eitt mál betur enn all time besti málslúkurin Ian Rush, sum annars hevur skorða nógv flest mál fyri okkum, við sínum 346. Men sjálvt Rush hevði “bara” 123 mál eftir 200 dystir.

Máta eftir málum eftir 200 dystir, eru tað bara tveir leikarar frá einari farnari tíð, sum eru betur enn Salah. Roger Hunt við 133 málum (285 mál í alt í 492 dystum frá 1959 til 1969 og Gordon Hodgson, sum enn hevur metið í málum pr. dyst. Hodgson náddi 125 mál í sínum fyrstu 200 dystum ( 241 mál í alt í 377 dystum, frá 1926 til 1936.)

Av núverandi leikarum, eru Mané og Firmino eisini á all time topp 20 listanum, við 95 og 86 málum.

 

 

 

Skrivað: Áki Johansen

Seinastu tíðindi

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”

19. mai 2023

James Milner nyttar einki