Aftur

Eigur Liverpool £25 milliónir til góðar?

09 aug 2021

Liverpool hevur framvegis ikki gjørt nakran transfer-handil, eftir at Konate er komin til felagið, men verða framvegis settir í samband vid tey stórstu talentini í evropa. 

Italska ítróttartíðindablaðið, Coriello Dello Sport, fortelur at Liverpool hevur havt eyga á einum ungum defensivum miðvallara hjá AC Monaco, Aurelien Tchouameni. Tchouameni er 21 ára gamal og hevur seinasta árið við Monaco, fingið fleiri stórfeløg í Evropa at víst áhuga í sær. Tad verður sagt at Tchouameni vildi kostað áleið £25 mil og at hetta er ein upphædd, ið Liverpool eru áhugaðir í at gjalda fyri miðvallaran. Liverpool er í kapping vid gigantunum, Juventus, úr Italia og Chelsea úr onglandi, um at fáa Tchouameni, ið hevur sáttmála vid Monaco til 2024.

Seinasta kappingarár leikti Tchouameni 36 dystir fyri Monaco. Hann skeyt 3 mál og legdi upp til 2. Tchouameni er vanliga maðurin, ið brýtur álopini hjá mótstøðulidnum og setur egin álop í gongd, oftani vid at sjálvur reka bóltin millum keturnar. 

Tchouameni er ein væl brýndur leikari, bæði kroppsliga og fótbóltsliga. Hann hevur ein góðan bóltførleika, samstundis sleppur hann sær væl av vid bóltin. Afturat tí tekniska, er hann sera væl fyri kroppsliga og stýrir øllum luftspælinum, bæði offensivt og defensivt. 

Tað tykist ikki at vera nakar sjónligur veikleiki í spælinum hjá Tchouameni, tó dámar hon onkuntíð at haldi í so leingi uppá bóltin, ið ikki hóskar væl til skjótu leikferðina í Premier League. 

Ein leikari vid nógvum kvalitetum, ið passa væl inn í Liverpool spælið og Tchouameni er ein leikari, ið uttan iva kundi styrkt hópin hjá Liverpool, nú fleiri av núverandi miðvallarunum eru komnir upp í aldurin. 

Omanfyri liggur eitt YouTube brot av Tchouameni. YNWA!

Skrivað: Jónas

Seinastu tíðindi

03. jul 2025

Diogo dansar ikki Jota longur

25. mai 2025

Tann besti handar tí besta steypið

10. mar 2025

KOM VIÐ TIL SEINASTA DYST FYRI 100KR!!!!

03. mar 2025

Túrur til Liverpool