Aftur

Gini trívist ikki hjá PSG

11 okt 2021

Gini Wijnaldum skifti í summar ókeypis til PSG eftir at sáttmáli hansara gekk út. Tað var arbeitt nógv og leingi við hansara sáttmála viðurskifti og tað var ikki bert hansara feilur at sáttmálin ikki varð longdur. Eftir at báðir partarnir ikki kundu finna semju, so valdi Gini at skrivað undir uppá ein trý ára sáttmala við PSG, ið liggur um £300.000 um vikuna. 

Gini var ein av trúfastastu leikarunum hjá Klopp og tað eru bert Andy Robertson og James Milner, ið hava leikt fleiri dystir undir honum. 

Felagið og viðhaldsfólk hjá Liverpool, vóru sera harm um at hava mist evna- og orkuríka miðvallaran og nú tykist tað ikki gangast honum væl í PSG heldur. Gini ikki hevur megnað at brotið seg inn á byrjannar uppstillingina, hjá Mauricio Pochettino, ið hann frammanundan hevði væntað, at hann fór at megnað.

Gini sigur sjálvur soleiðis um støðuna við NOS: "Eg kann ikki viðurkenna at eg eri heilt glaður í løtuni, tí støðan er ikki eins og eg hevði væntað." 

Eftirfylgjandi sigur hann eisini: "Eg havi verið vanur við at spælt nógv tey seinastu árini og havi avrikað væl. Støðan er øðrvísi nú og eg má venja meg við tað. Eg sá veruliga fram til eina nýggja avbjóðing og so hendir hetta. Tað er sera torført."

Støðan er ikki heilt ólík tí hjá Phillippe Coutinho í 2017, ið eisini vildi skifta til eitt størri felag, ið kundi bjóðað betri lønarviðurskifti. Klopp fortaldi tá Phillippe Coutinho : “Stay here, and they will end up building a statue in your honour. Go somewhere else…and you will be just another player.” Hendan endurgevingin ímyndar núverandi støðuna hjá báðum leikarum, ið vildu verið sæddir sum legendir í Liverpool.

Tað er ikki heilt óvæntað, at støðan hjá Gini er vorðin, eins og hon er. PSG hevur ein væl sterkari hóp enn Liverpool samanlagt og serliga er tað eftir, at Lionel Messi kom til, at Pochettino hevur valt Veratti, Paredes, Herrera og Idrissa-Gueye fram um 30 ára gamla Wijnaldum, á einum trý-mans miðvølli.

Ein annar leikari, ið fór frá hetta summar, var Liam Millar. Umvent Gini, so hevur Millar fingið eina dreyma byrjan við nýggja felag hansara, FC Basel. Hann er komin væl frá byrjan í sveis, har hann hevur megnað at skotið 2 mál og lagt upp til 4, eftir 7 dystir. 

Skrivað: Jónas

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”