Aftur

Brighton endar sigursrøðina hjá Liverpool

31 okt 2021

Eftir tveir 5-0 sigrar á útivølli á ræð, sá tað øgiliga lovandi út hjá Liverpool. Ein sigur á heimavølli móti Brighton í gjár var sera týdningarmikil fyri at kappast vid Chelsea. Leikliga sóu Liverpool sterkir út teir fyrstu 30 minuttirnar og áttu í veruleikanum, at ført meir vid fleiri málum, tá Mike Dean brýkslaði til hálvleik. Eftir hálvleik, sá tað beinavegin minni gott út og serliga var tað á miðjuni at spælið ikki fungeraði. Samstundis megnaðist tað ikki hjá Mo Salah, at skjóta mál móti einum sera skipaðum Brighton liðið. Undan uppgerðina í gjár, hevði Mo Salah skorað í teimum seinastu týggju dystunum upp í slag. Hendan rekordin steðgaði tó í gjár, eftir at Marc Cucurella hevði fult kontrol á Salah meginpartin av dystinum. 

Hóast Salah fyri einaferð skyld ikki skoraði, so er hann mettur at vera millum heimsins bestu leikarar í heiminum og av summum mettur at vera tann besti. Fyri Liverpool sum eind, tykist tað tó at Fabinho er týdningarmiklasti leikarin. Uttan hann á defensiva miðvøllinum, megnar Liverpool ikki at verja fyri tá mótstødu lidini hava kvikar umstillingar. Hetta kappingarárið, eru tað júst hesar umstillingar, ið ofta resultera í málum og verjan sær oftani tunn út, tí uppbakkningurin ikki er til staðar.

Tann stutta sigursrøðin hjá Liverpool er sostatt longu endað og vit møta Atletico aftur til fjórðu uppgerð í Champions League bólkaspælinum longu mikudagin á heimavølli.

Við einum sigri, sær tað sera gott út hjá okkara monnum. Ein sigur ber við sær, at Liverpool eftir fýra umfør hevur tólv út av tólv møguligum stigum og eru tí nærum tryggjaðir víðari til næstu rundu. Hetta vildi givið Klopp og hópinum eitt sindur av luft og møguleikum, at spara summar av leikarunum til Premier League uppgerðirnar. 

Vónandi kemur vend í aftur, áðrenn uppgerðina Mikukvøldið. Vit vænta og vóna, at síggja svangar menn eins og í dystinum móti Manchester United, har onki lið hevði vunnið okkum á degnum. Framhaldandi gott vikuskiftið, YNWA!



Skrivað: Jónas

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”