Um James Milner einki nyttar og hevur humor sum ein turr keks, hví hava øll vinnandi lið so brúk fyri einum sum honum? James Milner hevur ikki vunnið Liverpool Champions League og Premier League, men Liverpool hevði ikki vunnið Champions League og Premier League uttan James Milner
Greinarhøvundur: Tróndur Arge
Vit høvdu akkurát vant á Niðara vølli í Gundadali. Eg spældi við Giza/Hoyvík og nevndarlimurin í Liverpool Føroyum, Frankie Jensen, var venjari. Vit høvdu fyri vana at blíva sitandi í gamla Giza/Hoyvík húsinum og hyggja eftir evropesku dystunum mitt í viku.
Hetta hóskvøldið – 14. apríl 2016 – brølaði eg eftir skerminum: “Tú kanst ikki vinna nakað við James Milner og Jordan Henderson á miðjuni”. Marco Reus hevði júst skorað til 3-1 til gestirnar Borussia Dortmund.
Hetta var seinna fjórðingsfinalan í Europa League. Okkara einasti vegur til Champions League fótbólt tað kappingarárið. Árið fyri løgdu vit øll eggini í kurvina hjá Mario Balotelli sum avloysara fyri Luis Suarez. Tað spældi ikki so ikki væl av.
Hetta var í byrjanin hjá Jürgen Klopp. Vit sóu framstig, men kanst tú vinna nakað við James Milner sum nummar sjey? Ein ikonisk troyggja í Liverpool. So hvat kann James Milner geva Liverpool, sum Luis Suarez, Kevin Keegan og Kevin Dalglish kundu?
Svarið kom í yvirtíðini, tá James Milner legði bóltin innfyri til Dejan Lovren, sum skoraði til 4-3 og sendi okkum víðari. Jú, tú kanst vinna við James Milner á liðnum!
Øll vinnandi lið hava brúk fyri einum Milner
Síðani handan dystin móti Borussia Dortmund hevur James Milner vunnið Champions League, Premier League, FA Cup, Liga Cup, European Super Cup, FIFA World Club Cup og Community Shield.
Á vegnum setti hann met sum tann fyrsti spælarin, ið hevur lagt upp til 9 mál í einum kappingarári í Champions League. Hann vinnur allar rennitestirnar í uppstartinum, hóast hann er blivin 37 ára gamal. Hann ræðist ikki at tveita seg í taklingar við spælarar sum Lionel Messi, Neymar og aðrar heimsstjørnur.
Hygg eftir teimum stóru liðunum gjøgnum tíðina. Tey hava øll ein James Milner onkustaðni. Handan harða hundin, sum altíð er væl fyri. Altíð til reiðar at fara í kríggj fyri felagið. Ein Carles Puyol hjá FC Barcelona ella Edgar Davids hjá Ajax. Soleiðis kanst tú altíð finna ein James Milner.
Í Liverpool hevur tann spælarin verið eitt nú Tommy Smith, Ron Yeats, Steve McMahon, Sammy Lee, Graeme Souness, Javir Mascherano, Jamie Carragher og aðrir góðir menn. Fyri hetta tíðarskeiðið hevur James Milner verið alfamaðurin, sum hevur havt tamarhald á hópinum.
Eg havi fylgt føroyska A-landsliðnum hjá monnum í nógv ár. Fróði Benjaminsen var James Milner á føroyska liðnum. Tað er ikki uttan orsøk, at okkara bestu úrslit vóru við honum á liðnum.
Avrikini bilvu markant verri og meira óskipaði uttan toftamannin. Hann er kanska ikki besti spælarin ella hevði besta teknikkin, men tað er sum við úlvunum í Yellowstone parkini í USA.
Tá úlvurin bleiv útruddaður í 1930 bleiv ecosystemið – nevnt vistskipanin á føroyskum – órógvað. Tað kom ikki í rættlag fyrr enn í 90 unum, tá úlvurin aftur slapp í Yellowstone parkina. James Milner er ein av úlvunum, sum heldur skil á vistskipanini í Liverpool.
Eg ræðist til eitt vist, at tað sama kann henda í Liverpool sum Yellowstone. Tá James Milner er í rúminum, so er hann tann stóri úlvurin, sum hinir síggja upp til. Tá teir størstu dystirinir eru, so er James Milner til reiðar. Um tað er á høgra bakki ella vinstra bakki er líka mikið. Aldrin er avrikið undir hundrað prosent.
Eg ræðist eitt sindur, at vit aftur blíva til “Spice Boys”. Trent og Curtis sum teir ungu lokalu, og Luis Díaz, Harvey Elliot og Darwin Núñez sum spiltu talentini við klædnaavtalum og nýggju keypini fáa ikki vinnaramentanina hjá James Milner við.
Tað er nokk størsta komplimentið eg kann geva James Milner, nú hann gevst. Hann er ein berandi soyla í einum stórum bygningi. Ein betongklossi, sum fá geva sær far um. Hann skýnur ikki í sólini, men tekur harðasta slagið, tá stromurin rakar.
Farvæl og takk
Í morgin sigur James Milner farvæl við Liverpool. Hann er tiltikin fyri at hava ein turran humor. So nógv, at hann spælir upp á tað. Serliga tá hann hátíðarheldur stóru sigarnar við at drekka eitt glas av reyðrótasevju (rødbedesaft).
James Milner kom ókeypis frá Manchester City í 2015. Hann hevur spælt 330 dystir fyri Liverpool, skorað 26 mál og lagt upp til 46. Transfermarkt hevur greinað dystirnar og hann hevur spælt 167 mitt á miðjuni, 53 á vinstra bakki, 27 á høgra bakki, 21 á høgra miðvøllinum, 13 á vinstru og 11 á verjukenda miðvøllinum. Og so hevur hann ein dyst sum framrættaður miðvallari!
James Milner er nú blivin 37 ára gamal og tað ljóðar, at Liverpool ætlaði at fáa hann við í venjaratoymið, men at høvðuspersónurin er meira sinnaður at halda fram sum spælari.
Hann hevur spælt 617 dystir í Premier League. Metið er 652 og tað eigur Gareth Barry. Spælir hann 36 dystir afturat, so hevur hann metið einsamallur. Helst er tað eisini ein motivatión. James Milner skal verða vælkomin aftur á Anfield, tí øll vinnandi lið hava brúk fyri einum James Milner!
YNWA!