Fyrstu ferð, at Liverpool Football Club megnaði at halda málið reint í seks útidystum á rað, var í kappingarárinum 1965-66 undir leiðslu av Bill Shankly. Millum ungu fjeppararnir var ein komandi tannáringur nevndur Phil Thompson, føddur og uppvaksin í Liverpool tann 21. januar 1954.
Aðru ferð, at Liverpool ikki lat mál inn í seks útidystum á rað, var í 1971-72. Klantrasligi unglingin, sum nú hevði skrivað undir ein yrkissáttmála við Liverpool byrjaði at gera um seg. Shankly segði um Thompson: ”Hann má hava kastað lut um hasi beinini við ein spurv – og tapt.” Thompson var við í F.A. Youth Cup finaluni í 1972, men tapti. Á besta liðnum hjá Liverpool tapti hann ikki nógvar dystir og hann varð kastaður fyri leyvurnar í torføra útidystinum ímóti Manchester United á Old Trafford annan páskadag 1972. John Toshack hevði lagt Liverpool á odda 2-0, men mátti víkja 10 minuttir fyri tíð av taktiskum orsøkum. Inn kom ein neyðarsligur 18-ára gamal unglingi. Leiðslan skuldi fyrst og fremst haldast, men bert fáar minuttir seinni økti Emlyn Hughes til 3-0.
Saman við júst Emlyn Hughes fekk Phil Thompson ein sera týðandi leiklut í uppbyggjandi spælinum hjá Liverpool. Thompson var í grundini ein miðvallarleikari, men hann royndist sera væl sum verjuleikari, og samstundis gav hann verjupartinum meira tamarhald í uppspælinum við sínum trygga bóltførleika. Júst meira tamarhald í uppspælinum var tað, sum Liverpool saknaði. Februar 1974 varð stigið tikið fult út, tá hetjan frá UEFA Cup finaluni í 1973 ímóti Borussia Monchengladbach, Larry Lloyd, fór út við skaða fyri árið. Tann tekniskt sterki og framskygdi Phil Thompson mannaði nú miðverjuna saman við Emlyn Hughes, ið eisini varð fluttur aftur frá miðvøllinum. Teir báðir mannaðu nú eina av sterkastu miðverjunum í enskum og europeiskum fótbólti, bæði í klubbfótbólti og í landsliðshøpi!
Grundarlagið fyri “pass and move” var av álvara sett í verk og steypalistin hjá Phil Thompson sær soleiðis út:
- Meistari í 1973, 1976, 1977, 1979, 1980, 1982 og 1983
- FA Cup vinnari í 1974
- League Cup vinnari í 1981 og 1982
- Europa Cup fyri meistaralið (UEFA Champions League) í 1978 og 1981
- UEFA Cup vinnari 1973 og 1976
- Europeiska Super Cup 1977
Eftir lokna yrkisleiktíð kom Phil Thompson aftur sum eykaliðsvenjari í 1986. Graeme Souness gav honum sekkin í 1993, men Gerard Houllier sendi boð eftir honum aftur í 1998 og teir báðir fluttu Liverpool fram í nútíðina til teir sleptu teymunum í 2004.
Til lukku við 66-ára degnum, Phil Thompson! YNWA!
p.s. Triðju ferð var í 2014-15 undir leiðslu av Brendan Rodgers.
Seinastu tíðindi

Diogo dansar ikki Jota longur

Tann besti handar tí besta steypið

KOM VIÐ TIL SEINASTA DYST FYRI 100KR!!!!
