Aftur

Tað byrjaði við Everton... (1. partur av 2)

16 feb 2020

Ease Template Warning: template variable "images_title" not found in "translate.newsarticle.images_title"

20. meistaraheitið er ávegis til Anfield, 60 ár síðani, at Bill Shankly tók felagið úr 2. deild til ein ótakandi skansa í enskum fótbólti og sløk 150 ár síðani upprunan hjá Liverpool Football Club

Gravsteinurin hjá Ben Swift Chambers 
Á gravsteininum hjá prestinum Ben Swift Chambers stendur soleiðis: “Til minnis um prestin Ben Swift Chambers, sum sparkaði bóltin, ið førdi til føðingina av fótbóltsfeløgunum Everton og Liverpool.” Í níggju ár var Chambers sóknarprestur í metodistakirkjuni hjá St. Domingo í Everton býarpartinum í Liverpool. Urguleikarin í kirkjuni, George Mahon, tann elsti starvsfelagin í grannskoðaravirkinum Roose, Mahon & Howard, var ein íðin fótbóltsfjeppari og saman við Chambers skapti hann í 1878 eitt fótbóltslið, so cricket-liðið hjá kirkjuni kundi vera virkið í vetrarmánaðunum. Liðið, sum byrjaði lívið sum St. Domingo, varð nýnevnt Everton Football Club í november 1879, tí nógvir leikarar á liðnum komu frá øðrum kirkjusóknum. 
 
John Houlding verður formaður hjá Everton FC 
Bryggjarin John Houlding, sum búði í Stanley House við Stanley Park, har Everton spældi fótbólt, hevði altíð havt ein stóran áhuga í ítrótti av ymiskum slagi og í 1881 varð hann útnevndur til formann hjá felagnum. 


Houlding varð borin í heim á Tenterden Street nr. 15 tætt við Scotland Road í Liverpool í 1833. Har búði hann saman við sínum foreldrum, pápanum Thomas, sum ambætaði neytum saman við mammuni Alice, eldra beiggjanum Thomas og tí yngsta beiggjanum William. John vísti eitt sindur av dugnaskapi í Liverpool College, men fór úr skúlanum bara ellivu ára gamal fyri at arbeiða sum ørindadrongur á skrivstovuni hjá Miners & Rae, skipsmeklarunum í Liverpool. Tá kýrnar hjá pápanum gjørdust sjúkar av neytapest, noyddist Thomas Sr. at fáa sær arbeið á einum bryggjaríi í grannalagnum fyri at fáa endarnar at røkka saman; John gavst tí á skrivstovuni hjá skipsmeklarunum fyri at taka sær av kýrnum. 


Tjúgu ára gamal byrjaði John at arbeiða á bryggjarínum hjá Green & Clarkson í Soho Street sum ein vognførari, har hann koyrdi øl út til vertshúsini. Sum tann hugagóði arbeiðsmaðurin hann var, so arbeiddi hann seg allan vegin gjøgnum fyritøkuna til hann varð útnevndur til høvuðsbryggjara; og virkaði harumframt sum maskinmaður og bókhaldari. Í 1864 hevði John samlað eina fitta peningaupphædd saman og við hjálp frá einum veðhaldsláni keypti hann eitt vertshús. Fimm ár seinni keypti hann eitt afturat. 


Í 1871 fór John Houlding undir sítt egna bryggjarí á Tynemouth Street, Houlding’s Brewery Co. Ltd., og skapti sítt ríkidømi við at selja sínar Beacon Ale og Amber Ale. John stýrdi bryggjarínum líka til hann doyði í 1902. Tá fyritøkan varð gjørd upp av Ind Coope & Allsop Ltd. í 1939, tá fevndi hon um 21 vertshús. 


“King John of  Everton”, sum bløðini kallaðu hann, byrjaði sítt virki í almenna rúminum í 1872, tá hann gjørdist formaður fyri the Everton branch of  the Conservative Association. Hann var konservativur býráðslimur fyri Everton og Kirkdale frá 1884, og tá býarmarkið varð víðkað í 1895, tá varð hann útnevndur til ráðsharra. Houlding sat í stýrinum fyri Stanley Hospital, næstformaður í The Anfield Bicycle Club og formaður hjá enska baseballsambandinum. Hann var ein oranjumaður1 og stórmeistari, næstur at konginum sjálvum í frímúrara starvsaldri og býráðsformaður í Liverpool 1897-98, har hann tænti “á ein hátt, sum var hevjaður upp um atfinningar og vann honum stóra virðing”. 

Skrivað: Áki Johansen

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”