Aftur

Tað byrjaði við Everton (2. partur av 2)

16 feb 2020

Ease Template Warning: template variable "images_title" not found in "translate.newsarticle.images_title"

Houlding spældi eisini ein týdningarmiklan leiklut, tá Everton Football Club gjørdi vart við seg. Everton flutti frá Stanley Park til eitt lendi í horninum á Priory Road og Arkles Lane í 1883, men steðgaði bert eitt kappingarár, tá tað vísti seg, at eigarin av jørðini, Mr. Cruitt, ikki dámdi larmin, sum stóðst av dystunum. Houlding hjálpti til við at leiga eina nýggja jørð fyri felagið til at spæla á millum Anfield Road og Walton Breck Road, har Everton spældi sín fyrsta dyst tann 28. september 1884. Nýggja heimið hjá Everton varð heilt einfalt rópt fyri Anfield eftir økinum, sum tað liggur í. 
 
Houlding keypti Anfield 
Joseph Orrell Jr., sum arvaði jørðina frá pápa sínum, setti hana til sølu í 1885. Houlding keypti Anfield frá Joseph fyri £5,400, sum íroknað sakarmálskostnað tilsamans kostaði £6,000. Houlding betalti sjálvur £2,000 fyri at keypa jørðina og tók eitt lán á £4,000, har hann betalti 3% í rentu. Sáttmálin hevði sum treyt, at Houlding árliga skuldi lata eina peningagávu til Stanley Hospital í navninum hjá Orrell og at jørðin í útjaðaranum av Anfield, sum faðirbróðirn hjá Joseph, bryggjarin Joe, átti, skuldi fáa frið í fall av einari framtíðar bygging av einum innkoyringarvegi, sum Houlding skuldi luttaka í at byggja. Henda sáttmálaásetingin spældi seinni ein týðandi leiklut í ósemjuni millum Houlding og Everton. 


Everton  leigaði av fyrstan tíð Anfield frá Houlding fyri £100 um árið, men stríðið millum partarnar harðnaði summarið 1888, tá hann ynskti 4% av tí upprunaligu upphæddini á £6,000, sum hann hevði goldið fyri jørðina, svarandi til £240 um árið. Tað førdi við sær, at nakrir av nevndarlimunum hjá Everton hildu, at hann var meira áhugaður í at fáa vinning burtur úr felagnum heldur enn at vera ein vælgerðarmaður. 


Vóru krøvini hjá Houlding so órímilig? Hann bað nevndina hugsa um, at hann betalti £120 um árið í rentum fyri lánið á £4,000 og tá vóru tey £100 ikki nóg mikið. Felagið var voksið í umdømi, síðani hann kom til og atgongumerkjainntøkan hevði bara verið umleið £60 í kappingarárinum 1883/84 samanborin við £1,456 í 1886/87 og £2,111 kappingarárið eftir. Houlding hevði eisini sjálvur gjørt eina íløgu á £370 úr egnum lumma til at keypa nýggj standipláss, teljitól og sum heild bøtt um viðurskiftini á Anfield til komandi kappingarár. 


Heilt galið gjørdist tað í 1891, tá Joseph Orrell Jr. gjørdi sítt krav galdandi um innkoyringarveg. Everton vann meistaraheitið í 1890-91, men Houlding og Everton noyddust nú at lata 18 metrar av vøllinum umframt áskoðarapláss, men vildi Everton lata £100 beinanvegin og £120 um árið, so kundi Everton lána Anfield í 10 ár. Samstundis ynskti Houlding £250 um árið. Everton skuldi nú gjalda £370 um árið fyri vøllin á Anfield og venjingarvøll á jørðini hjá Hr. Orrell.  


Loysnin gjørdist, at upprunaliga Everton felagið fór í tvíningar. Gamla felagið flutti til Goodison og £50 um árið, meðan nýggja felagið varð verandi. Longu í januar 1892 hevði Houlding navngivið felagið Everton Football Club and Atletic Grounds Company, Limited, men sjálvandi kundu tvey feløg ikki eita Everton. Luttøkuloyvið fekk nýggja felagið 3. juni 1892 sum Liverpool Football Club and Athletic Grounds Company, Limited. Teir høvdu fyrstafloks vøll, men ongar leikarar. John McKenna fekk boð um at fara norður um markið. Har keypti Liverpool 13 leikarar og fekk navnið Team of all the Macs, tí flestu leikarar itu Mc í eftirnavninum og fyrsta landskappingardystin í 1893-94 var tað bara málmaðurin Billy McOwen, sum var onglendingur, tá Liverpool vann 2-0 á útivølli ímóti Middlesbrough Ironopolis. 
 
Vinnarahugburður frá fyrsta sparki 
Liverpool vann Lancashire League í 1892-93 og fekk pláss í 2. deild ístaðin fyri meira kenda grannan, Bootle. Liverpool flutti upp í 1. deild í fyrstu royndini, men flutti niðuraftur beinanvegin. Aftur flutti liðið beinleiðis upp og gjørdist meistari í 1900-01. Minni enn 10 ár eftir stóru orrustuna við Everton.

Skrivað: Áki Johansen

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”