Aftur

Liverpool Føroyar stuðlar Eydnudeildin við 30.000 kr.

18 feb 2020

Ease Template Warning: template variable "images_title" not found in "translate.newsarticle.images_title"

Leygarkvøldið hevði Liverpool Føroyar, árligu ræstkjøtaveitsluna í Bowlinghøllini í havn fleiri enn 100 fjepparar úr øllum landinum møttust og lagið var avbera gott. Fyrr um dagin vann Liverpool 1-0 á Norwich á útitvølli og liggur framvegis á einum tryggum fyrsta plássi í Premier League.

Liverpool Føroyar letur á hvørjum ári eina peningagávu til vælgerandi endamál. Borðhaldið leygardagin endaði við tí, sum vit kunnu kalla fyri árligu uppboðssøluni, tað var frammanundan var avgjørt at øll sølan hesiferð skuldi fara Eydnudeildina, sum er eitt framúr gott tiltak sum Morten Hust Petersen í Kvívík saman við øðrum hevur fingið upp at koyra í Føroyum. Íblásturin er heintaður frá danska átakinum Lykkeliga. Eydnudeildin er hondbóltsvenjing og hondbóltskappingar fyri børn og ung við avbjóðingum.

á uppboðssøluni bleiv millum annað bleiv ein serlig heiðurs troyggja hjá Trent Alexander Arnold, umframt ein stór plakat har teir fyrstu 11 frá Champions League finaluni í 2005 høvdu sett sítt navn á, umframt aðrar lutir. Áðrenn dystin vórðu eisini lutaseðlar seldir og gav hendan sølan eisini rættuliga væl.

Uppboðssøla samlað gekk somikið væl, at nevndin í Liverpool Føroyar í dag í høllini i Kollafyri kundi handa børnum og ungum hondbóltsspælarum frá Eydnudeildin, eina peningagávu á heilar 30 túsund krónur. Sum bæði gevari og móttakari kundi frøast um.

Tey sum vilja vita meir um Eydnudeildina kunnu ringja til Morten Hust Petersen, telefonnummar 250437, ella vitja teirra facebook vanga her https://www.facebook.com/Eydnu/

Skrivað: Áki Johansen

Seinastu tíðindi

23. aug 2024

Túrur Liverpool - Chelsea

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?