Tann 15. mai 2027 tekur Liverpool ímóti Brentford á Anfield. Liverpool Føroyar skipar fyri einum minni bólkatúri.
Hetta er ein summartúrur so helst er brúk fyri shorts. Ferðin byrjar Hósdagin 13 mai. Heimkoma er mánadagin 17. mai. Fyri einans 9.999 krónur fært tú:
Dystarbillett Flogferð til Edinburgh t/r Buss til Liverpool t/r 4-stjørnað hotell í sentrum Morgunmat Royndan ferðaleiðara Prísurin er galdandi, tá tvey deila kamar Einakamar +2.900 krónur.
Talan er um lógligar dystarbillettir frá góðkendum veitara, og tær standa í navninum hjá keyparanum. Tú rindar einans 4.000 krónur við tilmelding og restina 1. mars.
Er hetta túrurin tú bara skal við á, so send okkum tilmelding á liverpool@liverpool.fo
Freistin fyri at fáa pláss til hendan fantastiska prísin er 15. desember.
Seinastu tíðindi
Summar túrur við Liverpool Føroyar
Vánaligt spæl og gott úrslit
Undan dystinum: Mugu og skulu vinna úti móti Crystal Palace
