Okkara menn komu aftur á sigurskós á útivølli móti Crystal Palace. Men úrslitið avspeglaði ikki avrikið á vøllinum, og Liverpool var ógvuliga heppið ikki at koma aftur um í fyrra hálvleiki, tí heimaliðið hevði nógv teir størstu møguleikarnir.
(PL) Crystal Palace – Liverpool 1-3 (0-1)
Hóast trý góð stig í dag, so mugu vit staðfesta, at tað er langt eftir á mál, áðrenn vit kunnu siga, at liðið hjá okkum hongur saman. Vit vinna ikki dystirnar av tí, at spælið hongur saman, men heldur tí vit hava góðar spælarar, sum gera, at vit klára at avgera dystir. Mac Allister er ein slíkur spælari, og Isak er ein annar. Teir báðir skoraðu í dag, og endiliga eydnaðist okkurt hjá Wirtz, sum skoraði og legði upp til eitt mál.
Liverpool byrjaði dystin væl og hevði alt spælið. Men vit skaptu fáar vandamiklar støður, og hvørja einastu ferð Crystal Palace kom fram um miðjuna var vandi á ferð. Bæði yvirleggjarin og Alisson bjargaðu okkum, áðrenn Mac Allister skallaði okkum fram um eftir hornaspark. Alisson spældi í dag ein sera góðan dyst, og sum í gomlum døgum bjargaði hann okkum fleiri ferðir. Vónandi hevur hann funnið formin aftur eftir nakrar minni góðar dystir.
Mac Allister var eisini ein av bestu monnunum í dag, og var tað ikki fyri hansara evni at stríðast og strevast og at vera á rætta stað og skalla bóltin í málið, so hevði liðið verið fullkomiliga litleyst. Og so gjørdi hann tað snilda at skalla bóltin niður í, og tað góða við tí er, at so rakar bólturin sum oftast málið. Alt ov nógvir leikarar royna at skalla bóltin upp undir yvirleggjaran, og so fer bólturin upp um. Vit sum er nóg gomul, minnast hvussu Robbie Fowler skallaði eina rúgvu av málum niður í vøllin og í málið.
Eftir málið, misti Liverpool púra fullkomiliga momentum. Vit dugdu illa at halda upp á bóltin, og miðjan megnaði ongantíð at stabilisera spælið.
Hagtølini vísa, at okkara menn runnu minni, høvdu bóltin minni og skaptu leingi alt ov fár ov fáar ordiligar møguleikar. Og tá skulu vit hugsa um, at vit spældu móti botnliðinum í Premier League.
Tíðliga í seinna hálvleiki eydnaðist endiliga okkurt hjá Wirtz. Barcola rak seg leysan høgru megin, og legði bóltin inn fyri eitt sindur aftur eftir, og har sendi Wirtz bóltin flætt inn í handaru stong. Gott at síggja, at tríggir leikarar vóru við framman fyri málið, og teir runnu ikki fyri hvønn annan.
Tá ið tjúgu minuttir vóru eftir, kom Nyoni inn fyri Szoboszlai, sum sá út til at spæla við einum lítlum skaða frá fyrra hálvleiki.
Nyoni stabiliseraði liðið nakað, og somuleiðis innskifti Munoz fekk fekk gott pláss høgru megin. Einaferð kastaði Munoz seg púra óneyðugt niður og fekk gult kort, tá ið hann sá út til at vera púra leysur.
Munoz var eisini við í málinum til 3-1, sum endaði við at Wirtz spældi til Isak, sum skoraði sítt áttanda mál, hóast hann hevði verið fullkomiliga ósjónligur í dystinum
Hetta var fyri tað mesta ein ússaligur dystur, og vit vóru svína hepnir at vinna so greitt. Til síðst fekk Palace eitt løgið brotsspark, tá ið Milos Kerkez og ein leikari hjá Crystal Palace skallaðu hvønn annan. Eingin skilt nakað. Eddie Nketiah skoraði trygt til 1-3. Tað er forbanna strævið í øllum hesum løgnum dómaraavgerðunum.
Ein góður sigur, og nú verður landsliðssteðgur. Næsti dystur verður sunnudagin 22. novembur móti Manchester United á Anfield. Vit hava ikki vunnið móti United á Anfield tríggjar tær seinastu ferðirnar, og seinasti heimasigur var minniligi 7-0 sigurin á vári 2023.
Seinastu tíðindi
Vánaligt spæl og gott úrslit
Undan dystinum: Mugu og skulu vinna úti móti Crystal Palace
Mistu leiðsluna tvær ferðir