Aftur

Mistu leiðsluna tvær ferðir

05 nov 2026

Liverpool spældi ein vánaligan dyst móti Fenerbache í Turkalandi, og hóast vit vóru framman fyri tvær ferðir, so lótu vit trý mál inn og taptu 3-2

(CL) Fenerbahce – Liverpool 3-2 (1-1)

Hagtøl frá dystinum >>

Vit vinna ikki á útivølli í Turkalandi.  Seks ósigrar, tveir javnleikir og ein sigur er tað vorðið til hesa øldina. Einasti sigurin kom undir Roy Hodgson móti Trabzonspor í 2010, “stikk den”.

Eg sá bara fyrra hálvleik í gjár og hæddarpunktini frá øðrum hálvleiki.

Liverpool var nógv betri fyrst í dystinum, og Fenerbache sá út sum eitt vánaligt lið. Trey Nyoni fekk afturval á miðjuni, og hann stýrdi miðvøllinum meistarliga, og tað var eisini hann, sum legði Liverpool fram um, tá ið eitt skot beint við brotssparksblettin umvegis ein verjuleikara endaði í málinum. Nyoni nærkast í hvørjum einum føstum plássið á vøllinum, og sum eg skilja var hann ein av teimum fáu, sum heilt støði í seinna hálvleiki í gjár.

Sjálvt meðan Liverpool hevði spælið í gjár, sóust veikleikar í okkara verjuparti. Serliga vinstrumegin høvdu Kostas Tsimikas og Virgil van Dijk stórar trupulleikar, og eitt sum tykist greitt, er at tað er vorðið nógv styttri millum vánaligu dystirnar hjá van Dijk. Og Tsimikas, ja, hann spældi bara snøgt sagt vánaligt.

Teir javnaðu stutt eftir okkara mál. Dominik Szoboszlai gjørdi eitt býtt fríspark uttanfyri brotsteigin. Fyrrverandi Manchester United-leikarin, Mason Greenwood, sendi frísparki gjøgnum múrin umvegis Jeremy Jacquet í okkara múri í málið. Tveir býttir feilir førdu til eitt mál.

Restina av fyrra hálvleiki hekk spælið illa saman, og sum eg skilji tað var sama skili í seinna hálvleiki, hóast leikarar sum Florian Wirtz, Alexander Isak og Cody Gakpo komu inn.

Ikki tað, Innskiftingarnar hjálptu beinanvegin. Tá ið Gakpo legði inn fyri í høvdið á Isak, og so førdu vit 2-1.

Tað vardi ikki leingi, tí við tveimum málum. Liverpool kláraði ikki at rudda tvey innlegg burtur, og so førdi Fenerbache 3-2 og tað kókaði í grýtuni í Istanbul. Verjuspælið var vánaligt í báðum førum.

Vit komu ikki aftur í aftur, og hava nú tapt tveir dystir á rað. Í sær sjálvum, ávirkar hesi ósigurin møguliga ikki so nógv, tí vit hava framvegis góðan møguleika at koma beinleiðis víðari í Champions League.

Vinna vit sunnudagin úti móti Crystal Palace, er alt fyrigivið, tí í mínum høvdið hevur Premier League mest at siga. Vit mugu og skulu náa einum av plássunum, sum geva atgongd til Champions League komandi kappingarár.

Skrivað: Rói Joensen

Seinastu tíðindi

05. nov 2026

Mistu leiðsluna tvær ferðir

04. nov 2026

Undan dystinum: Altíð trupult at spæla í Turkalandi

01. nov 2026

Høvdu betri uppiborið og vórðu snýttir fyri klokkuklárt brotsspark

31. okt 2026

Undan dystinum: Ein sigur kann føra Liverpool upp í oddastríðið