Aftur

Høvdu betri uppiborið og vórðu snýttir fyri klokkuklárt brotsspark

01 nov 2026

Arsenal kom fram um eftir vánaliga byrjan hjá Liverpool og enn ein stóran feil frá Alisson. Eftir tað átti Liverpool meginpartin av dystinum, men eitt skot á trýkantin frá Wirtz og eitt ikki dømt brotsspark kostaðu dýrt.

(PL) Liverpool – Arsenal 0-1 (0-1) 

Hagtøl frá dystinum >>

Fyrst av øllum, so ber nú til at siga, at tað aftur er vorðið stuttligt at hyggja eftir Liverpool, eftir sovifótbóltin, sum vit sóu seinna kappingarárið hjá Arne Slot.

Sæð burtur frá fyrstu løtuni av dystinum í dag, so var í tí stóra heila talan um ein góðan dyst hjá okkara monnum.

Vit høvdu eisini uppiborið betri, og tað er púra óskiljandi, at VAR ikki dømdi brotsspark í støðuni, har ein verjuleikari hjá Arsenal togaði í troyggjuna á púra leysa Alexander Isak, sum akkurát skuldi skalla móti málinum. Men soleiðis er. Arsenal hevði loyvi at toga og halda alt seinasta kappingarár, og tað sær út til at halda fram hetta kappingarárið.

Einasti fingurin, sum kann setast á okkara spæl í dag, var byrjanin. Liðið lá ov langt afturi, og Arsenal fekk alt ov góðan fyri at spæla bóltin runt. Tað mátti næsta enda galið, og kostaði eisini dýrt.

Tað skuldi kortini ein rimmar feilur frá Alisson til, áðrenn teir skoraðu. Akkurát sum móti Chelsea í Carabao Cup, spældi Alisson ein sera vánaligan bólt út frá málinum. Mitt í viku rakti Chelsea stongina. Men hesaferð kostaði tað mál, hóast Arsenal mátti spæla nakrar sendingar, áðrenn teir løgdu bóltin flatt inn fyri úr høgru síðu, og har skoraði Havertz við handaru stong.

Eftir málið yvirtók Liverpool fullkomiliga. Vit komu ikki til nógvar veruligar møguleikar Men Florian Wirtz sera óheppin, tá ið hann skrúvaði eitt fríspark úr rímiliga spískum vinkli úr vinstru síðu niður í handara tríkant, men tíverri ikki í málið. Eisini átti Mac Allister helst at havt skorað, tá ið hann púra leysur skallaði upp um.

Liverpool átti allan fyrra hálvleik og eisini fyrstu løtuna í seinna hálvleik. Eitt sum kortini oyðilegði rútmuna í dystin, var, at leikararnir hjá Arsenal løgdu seg niður hvønn einasta nærdyst, og alt ov ofta lat dómarin seg lokka at døma fríspark. Dømdi hann ikki, skundaðu Arsenalleikararnir sær upp aftur, sum um einki var hent. Strævið at síggja upp á, og vónandi fer Iraola at læra Isak og hinar at lata seg detta, tá ið tað ber til at fáa brotsspark og fríspark. Tá átti ikki at loyst seg, men vit sóu aftur í dag, at tað er tað, sum skal til fyri at fáa dómararnar á blása í floytuna.

Sum seinni hálvleikur leið, gjørdist verri og verri hjá okkara monnum at hótta málið hjá Arsenal. Serliga eftir at Trey Nyoni fór út mistu vit takið á miðvøllinum, og Dominik Szoboszlai megnaði ongantíð veruliga at ávirka dystin, tá ið hann kom inn. Møguliga er ungarin ikki heilt upp í gir eftir skaðan, og hinvegin er eisini væl hugsandi, at Nyoni heilt skjótt eigur fast pláss á seksaranum, sum vit hava saknað, síðan Fabiniho

Í dag gjørdu útskiftingarnar ikki liðið betri. Rio megnaði ikki at hótta í høgru síðu, og vit sóu heldur ikki serliga nógv til hinar.

Arsenal megnaði eisini allan dystin út at drepa “flowið” í dystinum, og til endans vóru okkara leikarar so frustreraðir, at ein frísparkstøða til Arsenal beint uttan fyri egnan brotsteig endaði við, at einir tveir minuttir fóru burtur í einki í einari rokaligari støðu, og Liverpool megnaði ongantíð hótta málið seinastu løtuni av dystinum.

Samanumtikð er tað forbannað strævið, at VAR-dømingin er so vánalig, at menninir í VAR-rúminum ikki megnað at síggja klokkuklára brotssparkið, sum Isak eigur. Og so hjálpir tað ikki, at ovastin fyri dómararnir í Onglandi, Howard Webb, í morgin fer at umbera fyri, at brotsspark ikki var dømt. Her er eingin umbering, tí hatta var alla tíðina BROTSSPARK.

Mikukvøldið vitjar Liverpool turkisku Fenerbache niðri í kókandi pottinum í Istanbul. Tað verður ikki lætt, men vit hava vunnið áður í Istanbul :-D

Næsta sunnudag vitja vit so Crystal Palace í Premier League, og tað plagar heldur ikki at vera lætt. Men tá mugu vit vinna fyri at fylgja við í stríðnum um pláss í Champions League.

 

Skrivað: Rói Joensen

Seinastu tíðindi

01. nov 2026

Høvdu betri uppiborið og vórðu snýttir fyri klokkuklárt brotsspark

31. okt 2026

Undan dystinum: Ein sigur kann føra Liverpool upp í oddastríðið

28. okt 2026

Gomez sendi Liverpool í fjórðingsfinaluna

27. okt 2026

Spæla væntandi við sterkum liði