Aftur

Spæla væntandi við sterkum liði

27 okt 2026

Liverpool skal royna at halda fast í góðu úrslitunum seinastu dystirnar, tá ið Chelsea mikukvøldið kemur á vitjan á Anfield í Carabao Cup. Gitt verður, at nakrir eykaleikarar fáa møguleikan, men at liðið kortini verður rættiliga sterkt

(EFL) Liverpool – Chelsea (Kom í Scouse House og síggj dystin)
28. oktobur 2026, kl. 20.00 (Scouse House /  3+  / Viaplay / ITV 1 / Sky Sports Main Event)

The English Football League Cup er okkara kapping. Liverpool hevur vunnið hana tíggju ferðir, seinast í 2024, tá ið liðið júst vann á Chelsea í finaluni á Wembley við málið, sum Virgil van Dijk skoraði í eykatíðini. Nú hittast feløgini aftur í fjórða umfari, og eitt pláss í fjórðingsfinaluni er upp á spæl. Liverpool kemur til dystin við stórum sjálvsálitið eftir fýra sigrar á rað, seinast móti Brighton um vikuskiftið.

Hjá Liverpool fekk Florian Wirtz ein smáskaða í økilin móti Brighton, men Andoni Iraola hevur góðar vónir um, at hann kann spæla. Verri sær út við Dominik Szoboszlai og Victor Munoz, sum neyvan verða gjørdir klárir. Iraola fegnaðist tó um unga Jayden Danns, sum er um at koma fyri seg og væntandi fær minuttir í kvøld.

Gitt verður, at Giorgi Mamardashvili verður í málinum, og at ungi Trey Nyoni verður á miðvøllinum saman við Alexis Mac Allister fyri at hvíla lyklaspælarar áðrenn dystin móti Arsenal. Rio Ngumoha byrjar væntandi á øðrum veinginum, og Lewis Koumas fær helst møguleikan frammi í álopinum í staðin fyri Alexander Isak.

Væntandi lið hjá Liverpool (4-2-3-1):
Mamardashvili - Araujo, Gomez, Van Dijk, Tsimikas - Mac Allister, Nyoni - Ngumoha, Gravenberch, Barcola - Koumas

Dysturin í kvøld verður eisini serligur, tí tvær av okkara fyrrverandi hetjum koma á vitjan. Xabi Alonso er venjari hjá Chelsea, og fyrrverandi liðskiparin Jordan Henderson kemur væntandi eisini á vøllin. Alonso hevur vitjað á Anfield tvær ferðir áður sum venjari við Leverkusen og Real Madrid. Hann tapti báðar ferðir, so hann hevur nakað at prógva.

Hjá Chelsea gongur kappingarárið eitt sindur upp og niður. Teir taptu 2-0 móti Tottenham um vikuskiftið, sum gjørdi, at Liverpool fór fram um teir í Premier League. Stórspælarin hjá Chelsea, Cole Palmer er leikbannaður eftir tvey gult kort um vikuskiftið. Eisini mangla málverjin Emiliano Martinez, Reece James og Joao Pedro.

Vert er at merkja, at eingin VAR er til hendan dystin, og um tað stendur á jøvnum eftir 90 minuttir, fer dysturin beint til brotssparkskapping.

Skrivað: Rói Joensen

Seinastu tíðindi

31. okt 2026

Undan dystinum: Ein sigur kann føra Liverpool upp í oddastríðið

28. okt 2026

Gomez sendi Liverpool í fjórðingsfinaluna

27. okt 2026

Spæla væntandi við sterkum liði

25. okt 2026

Tamdu Brighton í besta dystinum hetta kappingarárið