Aftur

Tamdu Brighton í besta dystinum hetta kappingarárið

25 okt 2026

So riggaði endiliga hjá okkara monnum, sum spældu ein góðan dyst móti Brighton. Eitt skot hjá Wirtz endaði í málinum umvegis ein verjuleikara, og Isak skoraði enn einaferð eftir gott innlegg frá Barcola.

(PL) Liverpool – Brighton 2-0 (2-0) 

Dysturin í tølum >>

Liverpool byrjaði dystin væl, og álopsspælið gekk líka skjótt, sum bestu løtuna móti Villareal. Tíbetur gagnnýttu vit eisini, at vit høvdu yvirvág., og tá ið í eitt korter var spælt skeyt Florian Wirtz bóltin í málið umvegis ein verjuleikara. Málið var skrásett sum sjálvmál.

Bert fimm minuttir seinni varð 2-0. Bradley Barcola vísti, hvussu kvikur hann er, tá ið hann í høgru síðu vann bóltin frá einum verjuleikara, rann frá honum og legði bóltin inn fyri til Alexander Isak, sum enn einaferð vísti, hvussu góður málskjútti hann var.

Sum dysturin leið fekk Brighton yvirvág í etableraða spælinum. Sum heild vardu vit væl fyri, men tvær ferð brendi veruliga á. Einu ferðina sparkaði Alisson bóltin beint til teir, og endin var, at teir skutu á stongina.

Í seinna hálvleiki helt gongdin fram. Serliga royndu teir at koyra á Milos Kerkez í okkara vinstru síðu, og nakrar ferðir eydnaðist teimum at prika ein djúpan bólt innum Kerkez, og teir komu í sera góðar innleggstøður, men tíbetur stóð okkara verja við Virgil van Dijk á odda sera væl.

Brighton skal eiga, at teir ongantíð góvu upp, men hildu á heilt til tað síðsta. Tað gav Liverpool sera gott pláss til mótálop, men avgerandi neyvleikin var ikki til staðar, og tí var ein ávísur spenningur allan dystin.

Í álopspartinum fleyt spælið væl, serliga fyri steðgin. Wirtz, Barcola, Gakpo og Isak fluttu seg væl. Meðan mitt á miðjuni loystu Mac Allister og Gravenberch uppgávuna so mikið væl, at Brighton bert heilt fáar ferðir kom í vandamiklar mótálopsstøður. Tað hevur annars hevur verið ein stórur veikleiki hjá Liverpool seinasta hálvtannað árið.

Ein annar, sum er verdur at nevna, er Ronald Araujo, sum veruliga vísti hvør ráddi í høgru síðu, tá ið hann fleiri ferðir takklaði hart í gjøgnum til stóra frøði hjá áskoðarunum. Frá at vera útskeldaður í Barcelona er hann vorðin ein kultleikari á Anfield. Áskoðarar á The Kop elska hann.

Mikudagin vitjar Chelsea okkum í EFL-Cup, og næsta sunnudag vitja meistararnir og toppliðið Arsenal í Premier League. Tá hava vil møguleika veruliga at blanda okkum í oddastríðið. Í løtuni eru vit á fjórða plássi við 15 stigum fyri 8 dystir.

Skrivað: Rói Joensen

Seinastu tíðindi

25. okt 2026

Tamdu Brighton í besta dystinum hetta kappingarárið

24. okt 2026

Undan dystinum: Verður trupult móti flúgvandi Brighton

23. okt 2026

Liverpool og eg 7 - Jóhan Carl Dam

20. okt 2026

Góður sigur móti góðum liði