Aftur

Liverpool og eg 7 - Jóhan Carl Dam

23 okt 2026

Bústaður: Tórshavn

Aldur: 78 ár

Nær fórt tú at halda við Liverpool?
1971

Hví varð tað júst Liverpool?
Eg sá ein dyst millum Stoke og Liverpool á Ríkissjúkrahúsinum

Fyrsta Liverpoolminnið?
Tað sama, dysturin millum Stoke og Liverpool

Hvør var tín barndómshetja/fyrsta hetja í felagnum?
Kevin Keagan

Hevur tú verið á Anfield ella øðrum leikvølli og sæð Liverpool spæla?
Var á Anfield í sambandi við, at vit dømdu í Wales í 1993, og slapp at halda FA-steypinum. Sá Liverpool fyrstu fer í 2005. tá ið Liverpool vann 3-1 á Southampton

Minniligasti dystur hjá Liverpool nakrantíð?
4-0 móti Barcelona í 2019

Hvør er besti leikarin hjá Liverpool nakrantíð?
Steven Gerrard

Hvat er besta málið hjá Liverpool nakrantíð?
"Corner taken quickly", Divock Origi í 4-0 dystinum móti Barcelona 2019

Hvønn leikara helt tú var framúrskarandi, sum fá onnur hildu vera góðan?
Ronnie Whelan

Hvør ungur leikari hevði góð evnir, sum ongantíð varð til nakað?
Stefan Bajcetic

Hevur tú tosað við nakran leikara hjá Liverpool? 
Phil Thomson og fleiri aðrir, tá ið í legendurnar vóru í Føroyum í 2009. Eg dømdi dystin millum Liverpool-legendurnar og Landskrona-legendurnar.

Hvønn leikara ella venjara kundi tú hugsað tær at møtt?
Kenny Dalglish

Hvønn spælara vildi tú fegin havt til felagið, sum ongantíð kom?
Michael Laudrup, sum var sera nær við at enda í Liverpool í 1983

Hvør er yndisleikarin á dagsins liði?
Dominik Szoboszlai

Ávirkar gongdin hjá Liverpool gerandisdagin hjá tær?
Nei, ikki longur

Skipar tú familjulívið og gerandisdagin eftir, nær Liverpool spælir?
Ja

Rópar tú so hart, tá ið Liverpool skorar, at grannarnir hoyra tað?
Ja

Hevur tú ávís ritual, eyndnutroyggjur, eydnupláss ella líknandi, sum tú heldur ávirkar úrslitini hjá Liverpool?
Fari í troyggjuna, tá ið eg hyggi heima við hús

Dugir tú tekstin í You’ll never walk alone?
Ja 

Hevur tú nakað gott hugskot til Liverpool Føroyar?
Nei, bara fantastiskt at fáa Scouse House upp at standa

Skrivað: Rói Joensen

Seinastu tíðindi

25. okt 2026

Tamdu Brighton í besta dystinum hetta kappingarárið

24. okt 2026

Undan dystinum: Verður trupult móti flúgvandi Brighton

23. okt 2026

Liverpool og eg 7 - Jóhan Carl Dam

20. okt 2026

Góður sigur móti góðum liði