Brighton hevur vunnið fimm dystir á rað í Premier League. So tað verður uttan iva ein torførur dystur hjá Liverpool, sum ikki hevur vunnið nakran dyst í Premier League á Anfield í seks mánaðir. Men hendan dystin mugu vit vinna.
(PL) Liverpool – Brighton (Kom í Scouse House og síggj dystin)
25. oktobur 2026, kl. 14.00 (Scouse House / TV3 MAX / Viaplay / Sky Sports Premier League)
Kappingarárið hjá okkara kæra liði er so spakuliga um at koma í gongd, og eftir tríggjar sigrar á rað, tveir í Champions League og góðan sigur á útivølli móti Brentford, má Liverpool vinna móti Brighton, sum vitjar á Anfield seinnapartin sunnudagin.
Men tað verður ikki lætt, tí Brighton hevur verið flúgvandi í Premier League. Seinasta vikuskiftið vunnu teir 5-0 á Crystal Palace og fyri nøkrum vikum síðan gjørdu teir ikki mætari enn at vinna 3-0 móti meistarunum úr Arsenal á heimavølli. So eingin skal væntað ein lættan dyst móti Brighton.
Skaðastøðan hjá Liverpool er ikki batnað. Nýggjur á skaðalistanum er Jeremie Frimpong, sum væntandi verður úti í fýra vikur. Dominik Szoboszlai er um at vera klárur men hesin dysturin kemur ov tíðliga. Andoni Iraola váttar eisini, at tað verður trupult hjá Victor Munoz at gerst klárur. Conor Bradley, Giovanni Leoni og Hugo Ekitike eru framvegis skaddir.
Eftir at hava hvílt fleiri spælarar móti Villarreal, fer Iraola væntandi at seta sterkasta liðið á vøllin.
Væntandi lið hjá Liverpool (4-2-3-1):
Alisson - Araujo, Jacquet, Van Dijk, Kerkez - Gravenberch, Mac Allister - Ngumoha, Wirtz, Barcola - Isak
Mótstøðuliðið Brighton hevur blaðunga týskaran, Fabian Hurzeler, sum venjara. Teir eru á triðja plássi í Premier League, spæla skjótan og álopskendan fótbólt og hava skorað flest mál av øllum í Premier League, 23 mál í 7 dystum. Hóskvøldið hvíldu teir átta spælarar í Europa Conference League, so teir er væl hvíldir til dystin á Anfield.
Liverpool hevur vunnið fýra teir seinastu dystirnar móti Brighton á Anfield. Seinast Brighton vann á Anfield var í koronadysti við tómum áskoðaraplássum kappingarárið 2020/21.
Tað verður boðað frá nógvum vindi í Onglandi sunnudagin, og tað kann tarna ferðsluni til dystin, bæði bilferðsluni og flogferðsluni.
Seinastu tíðindi
Tamdu Brighton í besta dystinum hetta kappingarárið
Undan dystinum: Verður trupult móti flúgvandi Brighton
Liverpool og eg 7 - Jóhan Carl Dam