Aftur

Undan dystinum: Ein sigur kann føra Liverpool upp í oddastríðið

31 okt 2026

Manchester City tapti leygardagin, og vinna okkara menn móti Arsenal á Anfield  sunnudagin, eru vit veruliga við í oddastríðnum. Men tað verður so avgjørt ikki lætt, móti besta liðnum í Onglandi seinasta árið

(PL) Liverpool - Arsenal (Kom í Scouse House og síggj dystin)
1. novembur 2026, kl. 16.30 (Scouse House /  See / Viaplay / Sky Sports)

Liverpool skal royna at halda fram við góðu gongdini seinastu dystirnar. Tað, at Brighton vann á Manchester City, vísur okkum, hvussu góður sigurin móti Brighton seinasta vikuskiftið var, og sigurin eftir brotssparkskapping móti Chelsea í Carabao Cup vísir eisini styrki.

Hetta er uttan iva størsti dysturin hjá Andoni Iraola higartil, og vit fara at fáa eina betri mynd av, hvørjum tilfarið hetta liðið hjá Liverpool er gjørt úr.

Ein sigur fer at minka munin upp til Arsenal og Manchester City til bert trý stig, og so fer veruliga at síggja spennandi út. Iraola  royndi kortini á tíðindafundinum fríggjadagin at skrúva niður fyri vónunum.

Støðan á skaðalistanum hjá Liverpool sær hampilig út. Jeremie Frimpong er framvegis úti, men Iraola váttaði, at bæði Victor Munoz og Dominik Szoboszlai møguliga verða við í hópinum. Conor Bradley, Giovanni Leoni og Hugo Ekitike eru framvegis á langtíðar skaðalistanum.

Væntandi verður spælt vit sterkasta liðið sunnudagin. Florian Wirtz, Bradley Barcola og Alexander Isak byrja heilt víst. Stóri spurningurin er, um Rio Ngumoha varðveitir plássið á vonginum, ella um Cody Gakpo sleppur framat. Á miðvøllinum verður Ryan Gravenberch væntandi aftur við síðuna av Alexis Mac Allister, hóast Trey Nyoni stóð seg sera væl mikukvøldið.

Væntandi lið hjá Liverpool (4-2-3-1):
Alisson - Araujo, Jacquet, Van Dijk, Kerkez - Gravenberch, Mac Allister - Gakpo, Wirtz, Barcola - Isak

Meistararnir Arsenal eru nummar tvey í deildini, javnir í stigum við City. Hóast liðið er sera gott, taptu teir óvæntað 3-0 móti Brighton fyrr í hesum mánaðinum, og fóru púra óvæntað úr Carabao Cup fyrr í vikuni móti Fleetwood Town í League Two.

Arsenal stríðist eisini við skaðar. Stórstjørnan, Bukayo Saka, er úti til jóla, og William Saliba hevur ikki spælt hetta kappingarárið.

Arsenal hevur ikki vunnið á Anfield síðan septembur 2012. Seinasta kappingarár tryggjaði Szoboszlai okkum ein 1-0 sigur við einum framúr góðum frísparki.

Møtið tíðliga í Scouse House, tí har verður helst fullsett!

Kelda: This is Anfield

Skrivað: Rói Joensen

Seinastu tíðindi

31. okt 2026

Undan dystinum: Ein sigur kann føra Liverpool upp í oddastríðið

28. okt 2026

Gomez sendi Liverpool í fjórðingsfinaluna

27. okt 2026

Spæla væntandi við sterkum liði

25. okt 2026

Tamdu Brighton í besta dystinum hetta kappingarárið