So hendi tað! Í sínum dysti nummar 281 fyri Liverpool skoraði Joe Gomez sítt fyrsta mál fyri Liverpool og sendi seinasta brotssparkið hjá Liverpool í málið, tá ið Liverpool vann brotssparkskappingina móti Chelsea í Carabao Cup.
(EFL, 4. umfar) Liverpool – Chelsea 1-1 (1-1), eftir brotsspørk 7-6
Í einum lívligum dysti í 4. umfarið í Carabao Cup vann Liverpool móti Chelsea, og nú skulu okkara menn spæla móti Bournemouth heima á Anfield í fjórðingsfinaluni.
Øll málini í kvøld komu við brotssparki, eitt í part í sjálvum dystinum, og hini 11 í brotssparkskappingini, sum Liverpool vann 6-5.
Eingin VAR-døming var í dystinum, og tað gjørdi, at spælið fleyt alla tíðina, og tí var heldur einki ivamál við bæði brotsspørkini, sum bæði vóru rætt dømd.
Fyrst feldi Ryan Gravenberch púra óneyðugt ein leikarara hjá Chelsea, sum næstan rak burtur frá málinum.Morgan Rogers sendi brotssparkið trygt í málið.
Løtu seinni kom bólturin í hondina á einum verjuleikara hjá Chelsea inni í brotsteiginum, og Cody Gakpo skoraði trygt frá ellivu metrum.
Hóast dysturin var livandi, so vóru merkiliga fáir møguleikar í dystinum. Avgerandi sendingarnar lógu illa, hóast tað stundum var rímiliga gott pláss.
Hjá Liverpool var Rio Ngumoha størsta hóttanin. Eisini stríddist Lewis Koumas væl og legði ofta gott trýst á verjuna hjá Chelsea, og nakrar ferðir førdi tað til, at vit vunnu bóltin frá Chelsea langt frammi á vøllinum, men sum nevnt, so manglaði neyvleikin til at revsa teir.
Í brotssparkskappingi skoraðu Mac Allister, Isak, Gakpo og Wirtz. So brendi Chelsea fjórða brotssparkið, og Tsimikas heðvi møguleika at avgera alt, men tíverri skeyt hann langt upp um.
So helt brotssparkskappingin fram, Barcola skoraði, men tá ið Gravenberch brendi sá einki út. Tíbetur bjargaði Mamardashvili. Síðan skoraði Gomez søguliga málið, áðrenn Chelsea aftur brendi.
Alt í alt ein góður steypasigur móti Chelsea, og Xabi Alonso hevur framvegis ikki vunnið móti Liverpool sum venjari.
Fjórðingsfinalan móti Bournemouth verður spæld mitt í desembur, so vit fáa enn ein dyst í frammanundan tøttum dystaskránni.
Sunnudagin klokkan 16.30 verður stórdystur á Anfield, tá ið Arsenal vitjar á Anfield.
Seinastu tíðindi
Undan dystinum: Ein sigur kann føra Liverpool upp í oddastríðið
Gomez sendi Liverpool í fjórðingsfinaluna
Spæla væntandi við sterkum liði