Liverpool skal royna at halda fram við góðu byrjanini í Champions League, og eftir ósigurin fyri Arsenal í Premier League um vikuskiftið, skal Andoni Iraola føra sínar menn til sigurs aftur. Ein sigur í kvøld førir Liverpool eitt risastórt fet nærri at koma víðari úr bólkaspælinum, eftir at tríggir teir fyrstu dystirnir eru vunnir.
(CL) Fenerbahce – Liverpool
(Kom í Scouse House og síggj dystin)
4. novembur 2026, kl. 17.45 (Scouse House / 3+ / Viaplay / TNT Sports 1)
Eftir ætlan skuldi okkara fyrrverandi hetja, Dirk Kuyt, stýra Fenerbache frá beinkinum, men minni enn 24 tímar undan dystinum setti felagið tann 46-ára gamla Emre Belozoglu sum nýggjan høvuðsvenjara.
Kuyt stýrdi tíðindafundinum hevði fyrireikað liðið. Kuyt verður nú umrøddur sum "ítróttarstjóri", og ivi er um, hvør teirra veruliga fer at standa á síðulinjuni í kvøld.
Nýggjur á skaðalistanum hjá Liverpool er Ryan Gravenberch við einum skaða í. Iraola váttaði, at talan er um pínu í hælinum, og at Gravenberch eisini er ivasamur til Premier League dystin móti Crystal Palace um vikuskiftið. Jeremie Frimpong er framvegis úti, líka sum langtíðarskaddu Conor Bradley, Giovanni Leoni og Hugo Ekitike. Wataru Endo og Federico Chiesa hava ikki loyvi at spæla í Champions League.
Hóast hetta, eru eisini góð tíðindi, tí Dominik Szoboszlai er væntandi aftur við frá byrjan í staðin fyri Trey Nyoni. Iraola fer óivað at brúka rullandi útskiftingar; Kostas Tsimikas kemur væntandi inn fyri Milos Kerkez, og Joe Gomez avloysir Ronald Araujo. Frammi í álopinum fer ungi Rio Ngumoha væntandi at byrja á høgra vongi.
Væntandi lið hjá Liverpool (4-2-3-1):
Alisson - Gomez, Jacquet, Van Dijk, Tsimikas - Mac Allister, Szoboszlai - Ngumoha, Wirtz, Barcola - Isak
Hjá Fenerbahce stríðist nýggja leiðslan eisini við stórar skaðatrupulleikar. Fyrrverandi Real Madrid-leikarin Marco Asensio er úti, júst sum verjuspælararnir Kojo Oppong, Nathan Ake og Jayden Oosterwolde. Teir hava tó vandamiklar spælarar tøkar, eitt nú fyrrverandi Manchester United-álopsleikaran, Mason Greenwood og krútsterka Romelu Lukaku.
Fenerbahce tapti 2-1 heima móti Göztepe um vikuskiftið, og teir smitaðu eina leiðslu burtur tveir minuttir fyri tíð. Turkiska stórfelagið liggur í løtuni á einum skuffandi 6. Plássi í Turkalandi og teir hava bert vunnið ein av sínum síðstu fimm dystum. Fenerbache hevur fingið tvey stig í Champions League, og er nummar 31 av teimum 36 liðunum
Hagtølini vísa, at Turkaland er eitt rættiliga torført stað hjá Liverpool at vitja. Vit skulu heilt aftur til august 2010 fyri at finna seinasta sigur hjá Liverpool á turkiskari jørð, 2-1 móti Trabzonspor. Síðan tá hava vit tapt tríggjar ferðir á rað í Turkalandi, og ótrúligt nokk hevur Liverpool latið mál inn í sínum síðstu 10 vitjanum í Istanbul. Ein onnur stuttlig staðfesting er, at eingin av teimum síðstu 46 evropeisku dystunum hjá Liverpool er endaður við javnleiki!
Gevið gætur, at dysturin byrjar longu klokkan 17.45 føroyska tíð, so verið tíðliga klár í Scouse House!
Kelda: This is Anfield
Seinastu tíðindi
Mistu leiðsluna tvær ferðir
Undan dystinum: Altíð trupult at spæla í Turkalandi
Høvdu betri uppiborið og vórðu snýttir fyri klokkuklárt brotsspark