Aftur

Skoraði fyrsta málið hjá Liverpool í Europa

16 mar 2020

Gordon Wallace (f. 13. Juni 1944)

Pápin, Douglas “Dougie” Wallace (f. 1919), sum var føddur og uppvaksin í Suðurafrika, hevði spælt ímóti Aberdeen liðnum undir leiðslu av Paddy Travers, sum spældi fleiri dystir í Suðurafrika í 1937. Árið eftir gjørdist Travers felagsstjóri hjá Clyde FC, hann mintist Wallace og keypti hann. Saman náddu teir skotsku steypafinaluna í 1939. Wallace legði fyri, tá Clyde vann 4-0 á Motherwell og fyrsta steyp í søgu felagsins. Í krígstíðini endaði Wallace á skotska landsliðnum. Hann skoraði tvey mál, tá ið Skotland vann 3-2 á Onglandi í februar 1941. Hann spældi tveir landsdystir afturat ímóti sama liði, men hann dummaði seg við at taka í rørarnar á enska liðskiparanum, Stan Cullis. Wallace fekk síðani ongantíð aftur landsliðsboð.

Í 1949 avgjørdi hann at flyta til framsøkna valisiska áhugafelagið, Llanelli Town, sum hevði stórar ætlanir og keypti fleiri skotskar yrkisleikari, eitt nú Jock Stein, sum seinni gjørdist stórmenni sum felagsstjóri hjá Celtic og skotska landsliðnum. Llanelli søkti valisisku landskappingina um upptøku, men fekk noktandi svar og ætlanin fór fyri skeytið.

Gordon varð føddur í Skotlandi, vaks upp í Wales og hevði verið til royndarvenjing hjá Huddersfield, meðan Shankly stjórnaði liðnum, og Shankly gav honum lærlingasáttmála, tá ið hann tók við hjá Liverpool. Í juli 1961 fekk Wallace sum 17-ára gamal yrkissáttmála og spældi fyrstu ferð eitt ár seinni. Sama kappingarár spældi hann sjey dystir og skoraði eitt mál. Síðani kom stígur í, áðrenn Wallace av álvara vísti seg fram í august mánaða 1964.

Hann legði út við at skora fyrsta málið í vælgerðardystinum millum Liverpool og West Ham, sum endaði 2-2. Síðani skoraði hann fyrsta europeiska málið hjá Liverpool nakrantíð, tá ið hann skoraði fyrsta (og fjórða) málið í 5-0 sigrinum á Laugardalsvøllinum ímóti KR Reykjavík. Hann endaði sítt glæstriskeið við at leggja Liverpool á odda 2-0 ímóti Arsenal í fyrsta dystinum, sum  Dagsins dystur sjónvarpaða beinleiðis tann 22. august 1964 á Anfield. Arsenal javnaði til 2-2, men beint fyri síðsta bríksl skoraði Gordon Wallace sigursmálið.

Hóast Wallace fekk nakrar dystir afturat, so var kappingin við enska landsliðsframherjan, Roger Hunt, og skotska landsliðsframherjan, Ian St John, alt ov hørð og Wallace flutti tískil til Crewe Alexandra í oktober 1967 fyri £5.000. Beinanvegin vann Crewe 4. deild, Wallace breyt tó beinið og gavst í 1972.

Samanlagt spældi Gordon Wallace 22 dystir fyri Liverpool og skoraði 6 mál í tíðarskeiðnum 1961-67.

Skrivað: Áki Johansen

Seinastu tíðindi

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”

19. mai 2023

James Milner nyttar einki