Aftur

Geoff Twentyman - tann gloymda hetjan

29 mar 2020

Felagsstjórin, Don Welsh, fekk 2 kappingarár til at rætta upp á tingini, tá Liverpool flutti niður í 1954, men tað eydnaðist honum ikki. Hóast keðiliga gongd inni á vøllinum, so fekk Don Welsh fatur á týdningarmiklum persónum í søguni hjá Liverpool Football Club. Ronnie Moran varð tikin upp frá eykaliðnum í 1952, Geoff Twentyman varð keyptur frá Carlisle United í 1953, meðan navnframi og komandi felagsstjórin, Bob Paisley, eisini var at finna í hópinum. 

Formaðurin hjá Liverpool, TV Williams, hevði fingið nokk, tá Phil Taylor heldur ikki megnaði tað. TV Williams tráspurdi fyrrverandi leikarin hjá Bill Shankly, Geoff Twentyman, fyrrverandi liðskiparin hjá Liverpool og liðfelagan á skotska landsliðnum, Matt Busby, og enska landsliðsvenjarin, Walter Winterbottom. Allir góvu til kennar, at Bill Shankly var felagsstjórin, sum Liverpool Football Club hevði brúk fyri. Bill Shankly tók av og reyða rembingin kundi byrja.

30-ára gamli Geoff Twentyman (f. 19. januar 1930 - d. 16. februar 2004) var eisini millum ofrini, tá írska liðið, Ballymena United, lokkaði við einum tilboði sum leikandi-felagsstjóri, hóast Shankly ynskti at knýta Twentyman til venjarahópin hjá sær. Twentyman hevði spælt undir Shankly í Carlisle, har Shankly flutti Twentyman frá miðvallarplássi á eykaliðnum til miðverja á fyrstaliðnum, og sambandið teirra millum slitnaði ongantíð. 

Tá Twentyman gavst at spæla, var hann felagsstjóri hjá Hartlepool United í eitt 4 mánaðir stutt tíðarskeið, áðrenn hann varð avloystur av navnframa Brian Clough. Shankly bjóðaði tá Twentyman at koma aftur til Liverpool í 1967 í starvinum sum høvuðstalentleitari. Tað var í tí leiklutinum, at Twentyman gjørdist kendur í Liverpool, tí hann fann evnaríkar leikarar sum Ian Rush í Chester (£300,000), sum gjørdist liðskipari og fór sum besti málskjútti í søgu felagsins; Phil Neal í Northampton Town (£66,000), sum gjørdist liðskipari og vann flest heiðursmerki fyri einstakan leikara í søgu felagsins; og Alan Hansen í Partick Thistle (£100,000), sum eisini gjørdist liðskipari og var tann glæsiligasti verjuleikarin, kanska tann besti, sum felagið nakrantíð hevur havt fyri at nevna tríggjar. Í samfull 19-ár fram til 1986 røkti Twentyman leiklutin sum høvuðstalentleitari undir mætum monnum sum Bob Paisley, Joe Fagan og Kenny Dalglish.

Tá Liverpool FC vann Europa Cup fyri meistarar fyri fyrstu ferð í 1976/77, tá taldi liðuppstillingin 6 leikarar, sum Twentyman hevði funnið: Kevin Keegan, Ray Clemence, Terry McDermott, Phil Neal, Joey Jones og Steve Heighway. Viðkomandi leikarar vórðu allir keyptir til Anfield fyri eina rímiliga lítla upphædd, men fingu allir ein týdningarmiklan leiklut, tá Liverpool vann sær heitið sum besta liðið í Europa.

7 ár seinni er Stadio Olimpico í Rom aftur karmur um Europa Cup finaluna. Hesaferð telja leikararnir, sum Twentyman hevur viðmælt, 9 av 16-mans hópinum hjá Joe Fagan og Liverpool verður krýnt meistarar í Europa fyri 4. ferð.

Boðini frá Shankly vóru stutt og greið: “Syrg fyri, at Liverpool fær framgongd upp á bíligast møguliga máta". Men skjótt varnaðist Twentyman, at pengarnir sótu ikki líka leyst á Anfield, sum teir gjørdu í øðrum feløgum. Tann fyrsti leikarin, sum Twentyman viðmælti, var navnframi Francis Lee, sum seinni gjørdist ein stór stjørna fyri Manchester City, Derby County og Ongland. Tíverri, so kláraði Liverpool ikki at ganga prískravinum frá Bolton Wanderers upp á £60,000 á møti og Lee endaði í staðin á Maine Road.

Um hatta lýsir, hvussu torført tað var at vera talentfinnari, so undirstrikar eitt keyp av einum áleypara í tannáringa aldri tað serstaka trýstið, sum arbeiðið førir við sær. Leikarin, sum talan er um, megnaði ikki at spæla seg til eitt pláss á fyrstaliðnum fyrsta árið, hóast hann kostaði eitt heimsmet fyri ein tannáring og tá skal ein stýrislimur eftir øllum at døma hava spurt: "Hví hava vit oyðslað so nógvar pengar upp á hasa pyntidukkuna?" Pyntidukkan var...Ian Rush.

Summarið 1986 varð Geoff Twentyman biðin um at pakka saman, tí fyrrverandi liðskiparin, Ron Yeats, skuldi taka yvir. Ron Yeats hevði ongar royndir í starvinum og eydnaðist heldur ikki serliga væl. Áðrenn Twentyman fór, so hevði hann viðmælt John Barnes frá Watford og Peter Beardsley frá Newcastle, sum Dalglish keypti summarið 1987.

Twentyman var verdur sína egnu vekt í gulli og eigur at vera mintur sum ein av lyklapersónunum í søguni hjá Liverpool Football Club.

Skrivað: Áki Johansen

Seinastu tíðindi

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”

19. mai 2023

James Milner nyttar einki