Aftur

Werner kemur ikki til Liverpool!

05 jun 2020

Tað stóð skriva í stjørnu og mána, at Timo Werner skuldi gerast Liverpool leikari. Soleiðis verður tað ikki kortini! Timo Werner segði sjálvur fyrr í ár um Jurgen Klopp the "he is the best coach in the world".  Og mín leikháttur "would suit" Liverpool.

Fyrrverandi stór leikarin hjá Liverpool Steve Nicol, heldur at Werner og Liverpool hava tikið skeiva avgerð, hann heldur at Werner kundi givið okkara trimum fremstu harða kapping. Nicol sigur við Liverpool Echo, at hóast vit eru best beint nú, so má felagið eisini trygga, at vit eru tað framhaldandi við eitt nú at keypa teir góðu leikaranar sum eru tøkir. Hinvegin er tað ikki óhugsandi at Werner hevur mett at hann fór at hava meira enn trupult við at spæla Mohamed Salah, Sadio Mane og Roberto Firmino av liðinum og tað er ikki líkt til, at nakar teirra verður seldur í summar.

The Athletic skrivar, at tað er meira enn sannlíkt at høgi kostnaðurin 60 milliónir evrur fyri Werner er við til at Liverpool er komi til niðurstøðuna um ikki at leggja eitt boð inn. The Athletic skrivar at Klopp hevur tosað við Werner og greitt honum frá at tað bara eru fíggjarligar orsøkir til at Liverpool “ikki” kann ella vil leggja boð inn.

Roman Abramovich hevur framvegis nógvan tøkan pening og hann hevur einki ímóti at brúka hann í eini roynd at endurreisa Chelsea við ungum evnaríkum leikarum. So tað er meira ella minni avgjørt at Timo Werner skrivar undir við London felagið í komandi viku.

Skrivað: Áki Johansen

Seinastu tíðindi

31. mar 2024

Liverpool vs Wolverhampton

12. jan 2024

Coming soon: Túrur, Liverpool vs Crystal Palace

27. jun 2023

Skal eg tora at gleða meg?

28. mai 2023

“Eg gleði meg til Naby kemur”